Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rakstrarúrslitið hjá BankNordik 37 % betri tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar

John William Joensen

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi er 53 mió. kr. samanborið við 44 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi og 30 mió. kr. í sama ársfjórðingi í fjør. Samanlagda rakstrarúrslitið fyri tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar á 128 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. árið fyri er ein framgongd á 37 %.

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi er 53 mió. kr. samanborið við 44 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi og 30 mió. kr. í sama ársfjórðingi í fjør. Samanlagda rakstrarúrslitið fyri tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar á 128 mió. kr. samanborið við 93 mió. kr. árið fyri er ein framgongd á 37 %.

Roknskapurin hjá BankNordik fyri triðja ársfjórðing í 2014 vísir eina framgongd, serliga fyri danska bankavirksemið og tryggingarvirksemið í samtakinum, meðan føroyska bankavirksemið framhaldandi er merkt av einum stórum kappingartrýsti á útlánsrenturnar.

Í triðja ársfjórðingi hækkaðu útlánini í bankanum, hetta skyldast serliga einum vøkstri á útlánum í danska bankavirkseminum á 5 %. Ein vaksandi eftirspurningur eftir nýggjum lánum og kredittum og ein tilgongd av nýggjum kundum hevur meira enn viga upp ímóti avdráttunum av gomlum lánum, og sum úrslit av tí vaksandi virkseminum var eisini ein framgongd í inntøkunum fyri handil og fyri tænastugjøld.

Fyrstu níggju mánaðirnar í árinum vóru samanløgdu rakstrarinntøkurnar 596 mió. kr. samanborið við 640 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, ein afturgongd á 44 mió. kr. Hetta stendst serliga av lækkingini av útlánsrentunum í Føroyum. Tær umfatandi rationaliseringarnar, ið eru framdar, hava samstundis minkað útreiðslurnar við 27 mió. kr. Hetta, umframt at niðurskrivingar á útlánum eru skornar meira enn niður í helvt, hevur betrað úrslitið hjá samtakinum til 134 mió. kr. fyri skatt samanborið við 124 mió. kr. teir fyrstu níggju mánaðirnar í fjør – hetta hóast at íkastið frá virðisjavnanum var 15 mió. kr. minni enn í fjør. Helvtin av úrslitinum stavar frá bankavirksemi uttan fyri Føroyar.

“Tað er gleðiligt at kunna staðfesta framgongd í virkseminum, serliga í Danmark, og at úrslitini eru eitt sindur betri enn væntað við ársbyrjan”, sigur Janus Petersen, forstjóri.

Nágreiniligari væntanir til 2014

Leiðslan í BankNordik væntar nú eitt úrslit fyri 2014 sum heild á 220-240 mió. kr. fyri niðurskrivingar, eingangsútreiðslur, virðisjavna og skatt. Hetta svarar neyvari til ovaru helvt av væntanini við ársbyrjan á 200-240 mió. kr. Tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar var hetta úrslit 185 mió. kr.

Niðurskrivingar á útlán, sum vóru 55 mió. kr. (netto) tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar, verða væntandi munandi lægri í 2014 enn árið fyri, har tær vóru 147 mió. kr.

Framvegis góður solvensur og gjaldføri

Við einum solvensi á 14,1 % við endan á ársfjórðinginum hevði BankNordik eitt rásarúm á 5,3 prosentstig niður til tað lutfalsliga lága kapitalkravið á 8,8 %, sum endurspeglar neyvu váðastýringina hjá bankanum. Tá yvirskotið í tíðarskeiðinum verður talt við, verður solvensurin 15 %.

Í sambandi við ætlaðu stigvísu verksetingina í Føroyum av regluverkunum viðvíkjandi bæði serliga týdningarmiklum peningastovnum (SIFI) og nýggju reglurnar fyri kapitaldekning (CRD IV), frá seinna hálvári 2015 ella í 2016, verður kapitalkravið til bankan væntandi hækkað til knapt 14 % við ársenda 2019. Sostatt lýkur bankin longu tey komandi herdu kapitalkrøvini.

Eisini hvat krøvunum til gjaldføri viðvíkja hevði BankNordik ein sterkan yvirdekning við endan á triðja ársfjórðingi, við tað at gjaldførið var 2,7 ferðir lógarkravið.