Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað bleiv Eliesar

Jákup Ósá

EB/Streymur kunnger nú, at Eliesar Olsen verður venjari hjá Effoliðnum i 2015. 

EB/Streymur skrivar á síni heimasíðu, at felagið hevur gjørt ein 1 ára sáttmála við Eliesar Olsen. Hann skal eisini veita ungdómsvenjarunum í felagnum góð ráð. Eliesar hevur seinastu árini vant besta liðið hjá Skála, har hann tó steðgaði eftir 13 umfør í ár. Eliesar hevur seinastu tíðina verið favorittur at taka yvir í EB/Streymi og fyrr í vikuni váttaði hann, at samráðingar vóru í gongd.
Les eisini:
– Vit tosa saman  (Eliesar og EB/Streymur)