Norðlýsið hevði beinleiðis dagføringar úr Badmintonhøllini í kvøld.
Beinleiðis dagføringar úr Klaksvíkar Badmintonhøll, har Team Klaksvík og Kyndil spæla í bestu mansdeildini. Dómaraseðilin klárur.
Undan dystinum hevur Team Klaksvík 2 stig fyri 6 dystir, meðan Kyndil hevur 7 stig fyri 6 dystir.
Niðanfyri er dómaraseðilin viðheftur, har tað sæst, hvussu liðini eru mannað í dag.
Team Klaksvík (TK) byrjar við hesum liðnum: Dragan Kondic, Jens Pauli Mohr, Bogdan Florea, Dusko Petrusic, Sámal á T. Olsen, Vilhelm Vilhelmsen og Andrias Ellingsgaard. Av bakspælarunum byrjar Bogdan á vinstra bakki.
Hjá Kyndli byrja hesir: Mladen Mjerimacka, Josef Abrahamsen, Finnur Hansson, Bjarni Sørensen, David Edvardsen, Frank Askildsen og Hans Arni Thomsen
2 min.: Bogdan til 1-0
4 min.. Frank Askildsen til 1-1. Bogdan til 2-1 og David Edvardsen til 2-2.
7 min.: 3-4. Edvardsen hevur longu skorað 3 mál.
9 min.: Dusko Petrusic til 4-4 og Bjarni Sørensen til 4-5.
10 min.: Edvardsen til 4-6
12 min.: Edvardsen og Bogdan hava skorað seinastu løtuna. 7-6 til Kyndil nú.
13 min.: Mladen er farin at taka nógv skot nú. M.a. tók hann eitt brotskast frá Bogdan fyri nøkrum minuttum síðani.
14 min.: Hans Arni Thomsen hevur økt til 8-6 til Kyndil. Av teimum 8 málunum hevur David Edvardsen skorað 5 mál. Tað er tí hugsandi, at hann verður mansvardur skjótt.
15 min.: Finnur Hansson til 6-9
18 min.: Einki mál seinastu løtuna. Álopsspælið koyrir illa hjá báðum í løtuni.
20 min.: Kyndil dregur frá nú. 11-6 til Kyndil, sum hevur ein stórspælandi Mladen í málinum.
21 min.: 12-6 til Kyndil
22 min.: Frank Askildsen til 13-6. TK hevur ikki skorað í umleið 10 minuttir.
23 min.: Sámal á T. Olsen skorar sítt fyrsta mál í dystinum. 7-13
24 min.: Dusko til 8-13. Kyndil tekur time out.
25 min.: Rasmus Magnusson er komin í málið hjá TK og hevur tikið okkurt skot. 8-14 nú.
27 min.: TK hevur koyrt ein verjuleikara at dekka úti mitt fyri og tað hevur órógvað spælið hjá Kyndli seinastu minuttirnar.
29 min.: Tveir minuttir útvísing til Frank Askildsen. 8-15 til Kyndil, sum nú aftur hevur trygga leiðslu. Vit leggja dómaraseðilin út í hálvleikinum, har allir málskjúttar síggjast í fyrra hálvleiki.
Hálvleikur: 15-8 til Kyndil. Seinasta stóra møguleikan fekk Dusko, men hóast púra fríður, so bjargaði Mladen. Júst Mladen tykist hava lagt eina ræðslu á skjúttarnar hjá heimaliðnum.
Dómaraseðilin fyri fyrra hálvleik er viðheftur niðanfyri.
Kl. 18.46 fór dysturin í gongd aftur. Edvardsen hevur skorað til 16-8 til Kyndil.
31 min.. Bogdan til 9-16
33 min.: Edvardsen hevur eins og í fyrra hálvleiki fingið eina góða byrjan uppá hálvleikin. Hann hevur skorað 3 mál fyrstu løtuna í seinna hálvleiki. 11-19 nú.
36 min.: Sámal til 12-19
37 min.: Bogdan til 13-19
38 min.: Andrias til 14-19
40 min.: Edvardsen blívur mansvardur og tað ávirkar spælið. TK hevur eina góða løtu júst nú. 15-20.
42 min.: Dusko til 16-20
44 min.. Bogdan til 17-20
47 min.: TK spælir framvegis væl og munurin er nú bara 3 mál eina løtu. 18-21
49 min.: 19-22. TK hevði møguleikan at minka niður til 2 mál, men Sámal skeyt uppum.
52 min.: Góður álopshondbóltur frá TK, sum ferð eftir ferð spælir seg ígjøgnum Kyndla verjuna. Men munurin er framvegis 3 mál. 20-23. TK í álopi.
55 min.: Dusko til 21-23
56 min.: Sámal til 22-24. TK í álopi nú.
57 min.: Spennandi endi uppá dystin. TK kann minka um munin til 1 mál nú. TK hevur spælt framúr í seinna hálvleiki. TK rakti tvær ferðir á stongina nú. Kyndil í álopi. 22-24
59 min.: Bogdan til 23-24
59.48: Kyndil tekur time out. Armurin er uppi.
Liðugt. Andrias Sólsker skoraði seinasta málið til 25-23 til Kyndil. Vit hava dómaraseðilin um eina løtu.
Samandráttur:
Team Klaksvík vann seinna hálvleik 15-9, men hetta var ikki nokk til at fáa stig. Hóast einki bendi á nakran spenning í hálvleikinum, so vísti Team Klaksvík sera góðan hugburð og seinni hálvleikur er uttan samanbering tað besta, sum vit hava sæð frá Team Klaksvík í ár. Verjan stóð óvanliga væl, málverjin tók tað sum hann skuldi, og so koyrdi álopsspælið sera væl. 15 mál fekk heimaliðið hendan hálvleikin, men kundi lættliga fingið nógv fleiri, tí liðið spældi seg fram til nógvar stórar møguleikar. Roynda Kyndla liðið kom ongantíð í gongd eftir, at David Edvardsen bleiv mansvardur tíðliga í seinna hálvleiki. Og tað tóktist vera fjáltur á leikarunum seinastu løtuna. Team Klaksvík kom tó ongantíð longur niður enn á ein mun á tvey mál. Men lítið er at ivast í, at seinni hálvleikurin í dag gav Team Klaksvík góðar vónir til komandi uppgávur.
Bogdan Florea var toppskjútti hjá Team Klaksvík við 8 málum. David Edvardsen skeyt somuleiðis 8 mál fyri Kyndil. Dómaraseðilin er viðheftur niðanfyri, har málskjúttarnir síggjast.




