Í morgun er gott veður. Mátstøðir Landsverks siga frá ímesta lagi 8 m/s. Ættin er í løtuni landsynningur-eystan. Tað er turt mestsum allastaðni. Úrdráttur verður fráboðaður í Hvalba, í Mykinesi og í Vatnsoyrum. Talan er um regn og ella sirm, í er íkomið av at luftin er trýst upp um fjøllini. Einki brúgvalag er beint við Føroyar í morgun. Men taå setndur eitt norðanfyri, og er á veg hendaveg. Hetta fara vit at merkja eitt lítið sindur til seinnapartin.
Mátstøðir Landsverks siga frá ímesta lagi 8 m/s. Ættin er í løtuni landsynningur-eystan. Tað er turt mestsum allastaðni. Úrdráttur verður fráboðaður í Hvalba, í Mykinesi og í Vatnsoyrum. Talan er um regn og ella sirm, í er íkomið av at luftin er trýst upp um fjøllini. Einki brúgvalag er beint við Føroyar í morgun. Men taå setndur eitt norðanfyri, og er á veg hendaveg. Hetta fara vit at merkja eitt lítið sindur til seinnapartin.
Í dag fer ættin at liggja um landsynning og landsynning-eystan. Vindferðin verður ikki tann stóra – frá teimum 8 m/s, sum eru í morgun og eitt sindur uppeftir – upp í einar 12 m/s. Viðvíkjandi avfalli er eitt sindur trupult at meta um, vit liggja í útriðini av einum brúgvalagi, sumí løtuni er norðan fyri okkum. Tað fer at flyta seg hendaveg og handaveg. Okkurt ælið fara vit tí at merkja.




