Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá TB

Tíðindaskriv

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá TB flogbólti 2014/15 og 2015/16

Tryggingarfelagið Føroyar og TB-flogbóltur hava undirskrivað sáttmála, har Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá U16 liðunum hjá TB-flogbólti 2014-2016.

Málið hjá TB-flogbólti er at gerast fremsta flogbóltsfelagið í Føroyum. Fyri at røkka hesum, hevur felagið m.a. sett sær sum mál, at skapa Føroya bestu ungdómsdeild.

Eins og undanfarin ár, eru vit umboðaði í øllum ungdómsdeildunum. Tað er einki at dylja yvir, at vit hava verið í fremstu røð í nærum øllum aldursbólkum seinastu árini, og er tað avgjørt eisini málsetningurin í ár. Men fyri at røkka ovastu rók, krevst hart og miðvíst arbeiði.

Við vælskipaðum og miðvísum venjingum og tiltøkum, vilja vit í TB-flogbólti arbeiða fyri at hvør venjing skal vera ein avbjóðing. Okkara mongu evnaríku leikarar skulu kenna seg væl og trygt í felagnum, og TB-flogbóltur skal vera eitt felag, har tað er stuttlig og mennandi hjá okkara ungdómi at koma til venjing.

”Fyri okkum hevur tað alstóran týdning at fáa fíggjarligt grundarlag til at fremja tær ætlanir vit hava fyri felagið. Hendan avtalan gevur okkum hetta grundarlag, og eru vit sera glað fyri hetta.”, sigur Ann-Mari Berg í Heiðunum, forkvinna í TB-flogbólti.

”Vit meta at TB-flogbóltur hevur eina ljósa framtíð og stórar menningarmøguleikar. Felagið hevur sett sær høg mál, og setir fokus á ungdómsarbeiðið. Vit fegnast um, at vit við hesi avtalu kunnu vera við til at gera ætlanir og mál hjá TB-flogbólti til veruleika”, sigur Maria á Dul, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum.