Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heilsan til mammu á 90 ára føðingardegnum

Føðingardagur

11. november verður Andrea Poulsen, Saltangará 90 ár.

11. november verður Andrea Poulsen, Saltangará 90 ár.

Hon er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu, dóttir Tofta Ingu og Michael. Hon er elst av sjey systkjum, seks systrar og ein beiggi. Hesi eru: Poula Thomsen, Syðrugøta, Arna D. Hansen, Svínáir, Daniel Pauli Dalbø, Syðrugøta, Dagny F. Hansen, Fuglafjørður, Jona Johansen, Tórshavn og Dania Andreassen, Tórshavn. Dagny og Jona eru ikki ímillum okkara longur.

Mamma dámar væl at greiða okkum frá sínum uppvøkstri. Hóast vit kunnu hugsa okkum, at tað hevur verið strævið at verða elst av sjey systkjum og liva tá í tíðini, so er tað altíð tað góða, ið myndar hennara frásagnir.

Vit hoyra mangan um hennara barnaskúla í Gøtugjógv, har næmingarnir skuldu siga góðan dag á ein ávísan hátt, standa rætt og ganga við strektum tær. Vit kunnu bara sanna, at hóast bert sjey ára skúlagongd, so hevur mamma lært nógv. Hon skrivar rætt føroyskt, dugir mállæru og hevur altíð haft eina sera vakra hondskrift.

Í 1938 var mamma í Danmark við skúlabørnunum og var hetta ein sera spennandi og læruríkur túrur. So trúføst, sum mamma er hevur hon alla tíðina haft samband við familjuna, sum hon búði hjá í Farstrup á Fjóni. Og hava vit eisini haft gleðina av at hava samband við hesa familjuna.

Sum 16 ára gomul fór mamma til Norðragøtu at tæna hjá Øregaard. Hon flutti eisini saman við teimum inn í Dalin. Mamma hevur mangan greitt okkum frá gongutúrum frá Syðrugøtu og inn í Dalin í bøla myrkri og uppgávurnar hon hevði har í húsinum. Síðani fór mamma til Klaksvíkar at tæna hjá Kjølbro, har møtti hon babba, Alfred hjá Thominu av Eiði. Hann lærdi tá á bedingini í Klaksvík. Hóast nógv er broytt í Klaksvík øll hesi ár, so er tað sera stuttligt at fara við mammu og babba biltúr til Klaksvíkar og hoyra tey greiða frá støðum og upplivingum, sum tey hava havt í Klaksvík.

Tá babba var liðugur at læra gekk leiðin hjá mammu og babba til Keypmannahavnar. Babba fór at lesa til maskinmeistara, og mamma lærdi at seyma, og seymaði fyri fólk. Tey giftust í Danmark 3. august 1952 og keyptu sær hús á H.C Ørstedsvej í Keypmannahavn. Babba fór aftaná lidnan lestur út at sigla, og mamma var heima hjá børnunum Agnar og Annvør, sum vóru fødd í Danmark. Síðani avgjørdu tey at fara heim aftur til Føroyar. Tey leigaðu sær hús á Skipanesi, ímeðan babba bygdi okkum hús í Saltangará og fluttu tey fýra inn í húsini í 1959. Síðani komu fýra børn aftrat, Atli, Allan, Ann og Anja.

Babba sigldi úti í nógv ár, og var mamma sostatt nógv einsamøll við okkum seks virknu systkjunum, men tað hevur hon ongantíð gramt seg um. Hon passaði okkum fyrimyndarliga, legði seg eftir, at vit vórðu “rein og heil”, fólkalig og høvdu ein góðan føroyskan málburð. Hon vildi hava, at vit vórðu saman til máltíðirnar, sótu “pent” við borðið og hon og babba hava altíð eggja okkum til allar uppgávur í heiminum og arbeiði sum heild. Í dag kunnu vit hugsa, at uppalingar hátturin hevur verið eitt sindur gamaldags. Hóast tað, so ynskja fleiri av okkum í dag at halda fast í nøkrum av øllum hesum, so heilt skeivt kann tað hóast alt ikki hava verið?

Mamma hevur eisini arbeitt sum frisør, og tað viðførdi ofta, at vit genturnar gingu við krúllutum hári. Eisini hoyrdu vit fyri tað, um hon hevði plússað onkrum dreingi.

Hóast mamma herfyri ikki var so væl fyri, so er hon nú aftur frísk og ferðug. Hon passar hús, gongur ørindir, so sum inn í FK at keypa inn, spælir Gekk, fer á bingo, koyrir bil og eisini onkuntíð ov skjótt, bakar breyð/bollar, pressigerðskøku og annað gott, sum vit øll nýta gott av. Og nógv eru pløggini, ið verða greidd úr hennara hondum.

Familjan er vorðin stór 6 børn + svigarbørn, 19 ommubørn og 17 langommubørn. Mamma vísir stóran áhuga fyri øllum, og hon fylgir væl við har, ið vit øll búleikast. Sum t.d. veit hon alt um sjómenninar í familjuni, hvat tey yngstu langommubørnini viga, fylgir væl við ítróttinum og serstakliga støðuni í Effodeildini

Hetta, ið her er fest á blað, eru bert nøkur fá minni frá okkara barnaheimi. Tað kundi verið so nógv annað at skriva um, men vit vilja bara takka okkara allarbestu mammu fyri alt, sum hon er og hevur verið fyri okkum og okkara. Hjartaliga tillukku á 90 ára føðingardegnum og Guds signing.


Føðingardagin er mamma heima og tey, sum ynskja at heilsa uppá eru vælkomin frá kl. 15-18


Børnini