Tað er ikki vanligt, at Grikkaland vinnur stórar sigrar, so føroyingar eiga ikki at hava so nógv at stúra fyri í mun til onnur mótstøðulið á útivølli.
10. oktober í 2009 vann Grikkaland 5-2 móti Latvia. Síðani á hevur Grikkaland ongantíð vunnið ein dyst við meira enn tveimum málum. Heldur ikki á heimavølli móti smærri tjóðum hevur Grikkaland nakrantíð vunnið stórt á síðani tá. Úrslitini móti smærri tjóðunum á heimavølli kunnu síggjast niðanfyri.
2009: Grikkaland-Luksembourg 2-1
2011: Grikkaland-Malta 3-1
2013: Grikkaland-Liechtenstein 2-0
Grikkaland hevur ikki vunnið seinastu 5 dystirnar, sum liðið hevur spælt. Fríggjakvøldið kl. 19.45 spæla Grikkaland og Føroyar undankappingardyst.
Les eisini:




