Hans J. Marter, blaðmaður á Shetland News, sum fylgir málinum um Christian í Grótinum, sigur at hetlendingar eru sera misnøgdur við avtaluna sum strandalondini gjørdu, men at misnøgdin fyrst og fremst er við politisku umboðini hjá Hetlandi í skotska parlamentinum og við politisku skipanina í London og Bruxell.
Hans J. Marter blaðmaður á Shetland News, sum fylgir málinum um Christian í Grótinum, sigur at hetlendingar eru sera misnøgdur við avtaluna sum strandalondini gjørdu, men at misnøgdin fyrst og fremst er við politisku umboðini hjá Hetlandi í skotska parlamentinum og við politisku skipanina í London og Bruxell.
Tað øsir fólk at síggja føroysk makrelskip royna í Hetlendskum sjógvi samstundis sum okkara egnu fiskimenn hava avmarkaða atgongd til hetta dýrabara tilfeingi. Fiskivinnupolitikkurin verður stýrdur úr London og serliga Bruxelles og Hetlendska fiskivinnan var als ikki eftirspurd tá Maria Damanaki gjørdi avtalu við Føroyar.
Hetta halda vit verða óskiljandi tá helvtin av pelagiska flotanum í Skotlandi er heimahoyrandi í Hetlandi.
Í Lervick eru 7 pelagiskir trolarar og eitt virki sum hevur umleið 200 fólk í starvið.
Fiskivinnan stendur fyri umleið 40% av búskapinum so hetta er eitt sera eymt politiskt mál fyri okkum Hetlendingar.
Men øðin er sum sagt ikki vend beinleiðis móti føroyingum, men serliga móti politisku umboðunum í skotska parlamentinum og serliga myndugleikunum í London og Bruxelles sum taka avgerðir sum beinleiðis ávirka okkum uttan at vit hava nakra ávirkan á hetta.




