Tað sigur Livar Nysted úr Hvannasundi, tá eg spyrji hann um túrin, ið Norðoyingur skuldi gera í 2003. Myndirnar her niðanfyri eru frá fyrstu royndini hjá Norðoyingi, tað var í 2003. Ein onnur roynd var gjørd í 2005. Men í ár er so ætlanin at rógva við Skotska bátinum AVALON úr Skotlandi til Føroya, og so aftur úr Føroyum til Skotlands.
Livar Nysted greiðir frá: Í 2003 vóru tað vit báðir Fróði Waag, sum skipaðu fyri. Ætlanin var at rógva við Norðoyingi úr Hvannasundi og til Hetlands. Fyrireikingarnar hjá okkum drógu út, tí tá vit høvdu fingið manning, vildi onkur hava at skip skuldi fylgja við okkum. Vit fingu játtan frá reiðaranum á Jógan S, at vit kundu brúka skipið, men vit máttu sjálvir útvega skipara, stýrimenn, maskinmenn og manning í heila taki, og tað dróg út.
So var eisini at samskipa alt saman við manningini, tí vit vóru 9 mans við, og tað skuldi passa í tíð hjá øllum, so tað dróg út og ikki fyrr enn 27. september í 2003 vóru vit klárir. Veðurmenninir vóru ikki heilt eftir vild, men vit hildu, at vit skuldu royna alíkavæl, nú vit høvdu fingið ált upp á pláss.
Vit fóru úr Sundi, men tað var slett ikki veður. vit róðu í einar 15 tímar, til vit komu á Sandoyarbankan, so royndu vit einar 10 tímar afturat, men komu ikki úr stað. Veðrið royndist eisini verri enn veðurmenninir høvdu sagt, so har var onki at gera enn at venda aftur, so tað bleiv túrurin tað árið.
Í 2005 royndu vit aftur, tá komu vit næstan til Hetlands, men tá vit vóru einar 18 fjórðingar úr landi, var veðrið so vánaligt, at vit máttu biða um hjálp. Fyrst kom ein tyrla til okkara, og teir hildu at her var onki at gera, og tí sendu teir so ein bjargingarbát av sama slag sum Ziska út til okkara. Teir vildu hava okkum umborð, tí teir mettu tað ikki vera líkindi at halda áfram, og vit so gjørdu og teir tóku so bátin upp á sleip inn til Hetlands. Tað bleiv tann túrurin.
Við Avalon
Í summar er so ætlanin at gera eina roynd at rógva úr Skotlandi til Føroyar og aftur úr Føroyum til Skotlands.
Leven Brown, konan og ein vinmaður teirra hava júst nú verið her. Tað er Leven, ið eigur Avalon, og vit hava avgjørt at fara at royna at rógva við hansara báti teinin úr Skotlandi og til Føroyar og so aftur rógva bátin til Skotlands. Hetta er ein stóru havrógvingarbátur, ið er 45 føtur langur og tveir metrar breiður. Vit skulu brúka 9 mans til rógvitúrin hvønn vegin. Onkrir hava sett seg í samband við meg og hava hug at koma við, men enn er pláss um onkur hevur áhuga, sigur Livar Nýsted, havrógvari. Ætlanin er, at rógvitúrarnir við Avalon skulu fara fram í juli mánaða í ár.




