Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eitt sindur av vindi í dag – og regni

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið í dag verður eitt beinleiðs framhald av veðrinum, sum var í gjár. Ættin fer at liggja úr landsynningi-eystri, og vindurin fer at vaksa út á dagin. Júst sum í gjár. Tað er hetta sama lágtrýstið, sum liggur sunnan fyri Ísland (og beint vestur úr Írlandi), sum myndar veðrið á okkara leiðum. Tað gjørdi tað eisini í gjár, og tað fer tað eisini at gera í morgin.

Vindferðin í Føroyum í løtuni er um 12 m/s. Tað er har, sum vindurin sleppur fram at vindmátarunum, uttan at fjøllini órógva ov nógv og forstýra mátingina. Hetta er t.d. við Tjørnuvíkarvegin og á Sundi. Aðrir vindmátara vísa meiri enn 12 m/s – t.d. á Gerðabøi í Klaksvík og Norðuri í Sundum í Kollafirði. Har er vindurin í løtuni upp í 16 m/s.

Onkrir vindmátarar vísa minni enn miðalvindin – niður í 5 m/s, tí fjøllini forða vindinum at koma framat – t.d. í á Sandavágshálsi og í Vatnsoyrum. Ikki løgi, tí eysturættirnar eru góðar í Vágum.

Men í dag verður veðrið soleiðis, at vindur fer at koma úr landsynningi-eystri. Vindferðin fer at vaksa úr einum strúki upp í eitt skrið, 15 til 18 m/s. Í løtuni er turt, men tað skulu vit ikki rokna við fer at vera allan dag. Út á seinnapartin fer at regna úr einum brúgvalagi, ið kemur sunnaneftir.

Hitin í dag fer at liggja um 8 ella 9 stig.