Frændur: – Eg kann avdúka, at skráin verður eitt lítið sindur merkt av stóra úrslitinum hjá Føroyum í Grikkalandi í gjár, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum til stóra Frændur tiltakið í kvøld.

Føroyingar fegnast um søguliga úrslitið í Grikkalandi í gjár, tá fótbóltslandsliðið vann 1-0. Og vit hava spurt Steintór Rasmussen, um hetta fer at seta dám á støra føðingardagsveitsluna hjá Frændum í kvøld.
– Ja eg kann ímynda mær, at sigurin móti Grikkalandi hevur eina góða ávirkan á lagi á fólki og kanska nógv síggja kvøldið í kvøld sum ein møguleika at markera úrslitið, og tá er neyvan nakað betri høvi enn at fara í hallirnar til stóra tiltakið í kvøld. Til stuttleikar kann nevnast, at vit í Frændum sótu saman og hugdu eftir seinastu 20 minuttunum av dystinum og tað var fantastiskt at síggja. Hetta setti dám á kvøldið hjá okkum, tá vit seinni fóru at venja. Føroyingar eru í góðum hýri í dag og eg kann avdúka, at føroyski sigurin fer at seta eitt sindur av dámi á skránna, sigur Steintór Rasmussen.