Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Royna nýggja ebola-viðgerð

Danial Viðoy

Hjálparfelagsskapurin, Læknar uttan Avmarkingar (Læger uden Grænser), fara í desember undir at royna nýggjar viðgerðarhættir mótvegis Ebola.

Hjálparfelagsskapurin, Læknar uttan Avmarkingar (Læger uden Grænser), fara í desember undir at royna nýggjar viðgerðarhættir mótvegis Ebola.

Talan verður um tríggjar viðgerðarhættir, sum verða royndir í Guinea og Liberia, sum eru tvey av teimum londunum, ið eru harðast rakt. Í hesum báðum londunum eru 5160 fólk deyð síðani aprílmánaða.

Tvær av viðgerðunum eru við heilivági, ímeðan tann triðja viðgerðin er samansett av blóði frá persónum, ið hava yvirlivað Ebola. Royndirnar verða gjørdar í desember og væntandi koma tey fyrstu úrslitini í ljósmála í februar 2015.

Tað finst enn eingin góðkend viðgerð ella heilivágur mótvegis Ebola. 70 prosent av øllum Ebola-tilburðum er endaður við andláti.

Hetta stóð skrivað í danska blaðnum Information í vikuskiftinum.