Nógv fólk vóru til stóra føðingardagin hjá Frændum leygarkvøldið.
Sum videobrotini niðanfyri vísa, so vóru nógv fólk í hallunum. Skráin var væl fyriskipað, har tað fyrst var ein sitikonsert við teimum meira stillu Frændur sangunum, síðani ein konsert við Flammu og gestasangarum og til endans dansur í Badmintonhøllini við Frændum. Trupult er at seta tal á áhoyrararnar, men eini 1000 í tali er kanska eitt boð. Fólk sóu út til at hugna sær, og hallirnar vóru væl útgjørdar til endamálið.
Niðanfyri eru iPhone videobrot frá kvøldinum og náttini.




