Sum vanligt mynda ovaru liðini í deildini plássini, tá ársins lið við bestu leikarunum skal veljast.
Í blaðnum sum fæst til keyps kring landið ársins lið útvalt. Niðanfyri endurgeva vit tríggjar av leikarunum, sum Norðlýsið hevur valt til ársins lið í Effodeildini í 2014. Hini 8 plássini kunnu lesast í blaðnum.
Málverji: Teitur M. Gestsson (HB)
HB málverjin er tann málverjin, sum hevur hildið málið reint oftast og er tann málverjin, sum hevur latið fæst mál inn. Teitur átti sín lut í sigursmálinum hjá KÍ í dystinum í Klaksvík, men annars hevur Teitur ikki beinleiðis kostað nakað mál alt kappingarárið. Tí kostar hann ikki eins nógv mál sum aðrir. Avrikið hevur verið sannførandi, sum hagtølini eisini tala fyri.
Sentralur miðvallarleikari: Ndende Adama Gueye (KÍ)
Áðrenn summarsteðgin var Ndende sera eyðsýndur. Síðani lækkaði støði, men seinastu dystirnar spældi hann aftur á høgum støði. Samanlagt hevur Ndende verið klárt besti leikarin hjá KÍ hetta kappingarárið og hóast hann ikki hevur ein beinleiðis álopskendan leiklut, so hevur Ndende skorað 6 mál og lagt upp til 5 mál, sum eru góð hagtøl afturat øðrum góðum dygdum hjá dugnaliga miðvallarleikaranum.
Álopsleikari: Adeshina Lawal (B36)
Adeshina Lawal skoraði 13 mál og legði upp til 11 mál. Næstan øll av hesum vóru sera avgerandi fyri B36 og liðið tapti ongan dyst, har Lawal skoraði. Tað sigur kanska eitt sindur um stóra týdningin hjá Lawal.
Ársins leikari: Adeshina Lawal (B36)
Tað er ikki so lætt sum onkuntíð fyrr at útnevna ársins leikara. Men valið hjá Norðlýsinum fellur á Adeshina Lawal. Hann spældi ein sera avgerandi leiklut hjá meistarunum hjá B36. Hann var toppskjútti og næstan eisini leikarin við flest uppleggum hjá B36. Málini og uppleggini vóru væl býtt yvir alt kappingarárið, og so spældi Lawal sera stóra leiklut, tá teir stóru avgerandi dystirnir vóru. Tað ger, at hann fær munin á øðrum um hendan heiðurin. Í truplu útidystunum í Klaksvík, í Norðragøtu og í Runavík var Lawal m.a. avgerandi fyri útfallið av dystinum.
Ársins venjari: Sámal Erik Hentze (B36)
At velja ársins venjara í 2014 er lætt. Serliga fyri tey mongu, sum ikki væntaðu so nógv av B36 í ár. Tá liðið spældi venjingardystir sá ikki gott út, og helst hava fleiri verið ávirkað av tí, tá vónirnar til B36 skuldu setast undan kappingini. Men Sámal Erik Hentze hevur enn einaferð víst seg sum ein sera dugnaligan venjara, eins og hann gjørdi í HB og AB. B36 hevur vunnið FM og sjálvur venjarin eigur ein stóra leiklut í hesum, tí manningin í B36 var ikki sterkari enn hjá fleiri øðrum liðum. B36 koyrdi væl sum eitt lið, har nógvir leikarar tóku ábyrgd. Flott liðavrik og flott venjaraavrik!




