Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betesdakórið-Danmarkarferð 1964

Tíðindaskriv

Uframt at kórið sang fleiri ferðir í samkomuni í Thorsgade 40, varð fleiri ferðir sungið úti, eitt nú á Ráðhúsplássinum, í Nyhavnini, á Strøgnum og við Gefion springvatni o.s.fr.

Uframt at kórið sang fleiri ferðir í samkomuni í Thorsgade 40, varð fleiri ferðir sungið úti, eitt nú á Ráðhúsplássinum, í Nyhavnini, á Strøgnum og við Gefion springvatni o.s.fr.

Betesdakórið, sum hevur verið virkið, síðani tað varð stovnað í 1926, hevur gjørt fleiri uttanlandaferðir til Danmarkar, Íslands, Noregs og Sveis og var eitt legg í Svøríki.

Umframt at manskórið gjørdi tiltiknu ferðina til Danmarkar við “Skálanesi” í 1946, tá fleiri plátur vórðu upptiknar og avgerðin var tikin um at keypa eitt upptøkustudio, so var fyrsta ferðin við blandaða kórinum uttanlands til Keypmannahavnar í 1964.

Tað er hesa ferðina í 1964, sum verður gjørt nakað burturúr mikukvøldið 19. november kl. 20 í Betesda.

Frágreiðing verður givin, myndir verða vístar, sangbrot verða spæld av plátunum, sum tá vórðu upptiknar. Eyðun Elttør fer at tosa um “Týdningin av at breiða út orð Guds”.

Øll eru vælkomin. Ein drekkamuður verður aftaná.