Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egil Olsen nýggjur formaður í TB

Jákup Ósá

TB hevði aðalfund týskvøldið, og har bleiv ein nýggjur formaður valdur.

 TB hevði aðalfund týskvøldið, og har bleiv ein nýggjur formaður valdur.

Egil Olsen kenna vit seinastu árini best sum ein av undangongumonnunum í ungdómsfótbóltinum hjá NSÍ. Men røturnar eru í TB, har hann í 1980’unum spældi á besta liðnum. Egil er í ár fluttur til Tvøroyrar at búgva, og nú er hann valdur til at stýra søguríka felagnum á Tvøroyri, sum komandi ár aftur verður at síggja í bestu deildini.