Í dag verður sama mynstur í veðrinum, sum tað var í gjár. Aftur í dag er tað eitt hátrýst yvir Russlandi, sum sendir luft haðani ímóti okkara leiðum. Hátrýstið er ikki viknað stórvegis enn, og tað stendur yvir mestsum sama øki. Júst sum í gjár stingur ein ryggur seg úr hesum hátrýsti vestureftir ímóti Føroyum. Hesin ryggur fer at liggja nakrar dagar afturat. Tískil fer veðrið at verða líkt veðrinum í morgun teir næstu dagarnar.