Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hátrýstsveður í dag afturat

Hanus Kjølbro, Sjónám

Veðrið í morgun er tað sama, sum veðrið var í gjár. Tað er sama hátrýst yvir vestara parti av Russlandi, sum skipar fyri flutningi av luft úr Ásia hendavegin. Ein hátrýstryggur hevur ligið yvir okkara leiðir í nakrar dagar, og og veðrið hevur verið gott, men nú fer hesin ryggur at flyta seg undan trýstinum vestanífrá. Hetta verður tó ikki fyrr enn seinni í dag – møguliga í kvøld.

Veðrið í morgun fer at vera veðrið fyri meginpartin av degnum í dag: eitt andøvsgul úr landsynningi-suðuri, 6 til 9 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og turt, men okkurt æli verður eisini. Hitin í dag fer at liggja um tey 10 stigini.

Í kvøld kann væntast, at vindurin fer at økjast upp í eitt stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s. Ættin verður tóm broytt: landsynningur-sunnan.

Hátrýstryggurin, ið hevur ligið yvir okkara leiðir í nakrar dagar, hevur hildið fleiri lágtrýst vekk frá okkum. Eitt djúpt lágtrýst við illveðri hevur roynt at sloppið framat til okkara, men steðgaði vestan fyri Írland. Eitt annað óguvliga djúot lágtrýst við sera nógvum vindi (ódn!) hevur tikið seg upp, og liggur nú vestan fyri Kappan (Suðurgrønland). Hátrýstøkið um okkara leiðir forðar tí at koma hendaveg. Tað fer ístaðin norðureftir og tekur eina leið ímillum Grønland og Kanada.