Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins Rósa

Oliver Joensen

Fyri 11 ferð, 10. árið á rað, verður skipað fyri tiltakinum Ársins Rósa, í samband við at Jólaskipið kemur aftur á Klaksvík.

Vit biðja tí um uppskot til ”Ársins Rósu”. Tey eru mong í okkara samfelag, ið gera eitt stórt, ókeypis samfelagsarbeiði, ið gagnar samanhaldinum og trivnaðinum í okkara samfelag.

Tiltakið verður skipað saman við at Jólaskipið kemur á Klaksvík og tí liggur ongantíð heilt fast, hvønn dag og tíma skipið kemur á Klaksvík og nær ”Ársins Rósa” verður avdúkað.

Lagast má eftir veðrinum, men tað tiltakið fer av bakkastokki áðrenn jól og helst í viku 51 ella 52, alt eftir veðrinum.

Uppskot til Ársins Rósu kunnu sendast sum teldupostur til oliver@nordlysid.fo ella sendast við brævi til Norðlýsið, Postsmoga 58, 710 Klaksvík, merki brøvbjálvan ”Ársins Rósa”

Niðanfyri reglugerðin um Ársins Rósu:

Ársins Rósa

– ein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu –

Reglugerð

§1 – Endamál

Í ljósinum av heilaga boðinum um at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg er endamálið við hesum tiltaki: ”Ársins rósa” at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað

ella stórvegis afturfyri.

§2 – Mannagongd

Hvørt ár um jóltíðir kann ein persónur verða heiðraður við ársins rósu fyri sítt góðgerandi arbeiði við eini viðurkenning, ið verður handað honum av borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu. Handanin fer fram í sambandi við hóskandi alment hátíðarhald, ið skipað verður fyri um jóltíðir.

§3 – Viðurkenningin

Viðurkenningin ársins rósa er – umframt heiðurin og herðaklappið – ein heiðursgáva, ið inniheldur eina stóra vakra kurv, eitt heiðursbræv, eina gylta rósu og eina peningagávu.

§4 – Leiðsla

Leiðslan fyri tiltakinum ársins rósa er ein fimmannanevnd, ið er mannað av (1) borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, sum er formaður í nevndini, (2) blaðstjóranum á lokalblaðnum Norðlýsinum,

(3) stigtakaranum til ársins rósu, (4) einum persóni, ið Klaksvíkar Býráð velur fyri fýra ár í senn eftir hvørt býráðsval, og (5) persóninum, ið seinast varð valdur til ársins rósu.

Tá/um stigtakarin tekur seg úr nevndini, verður tann nevndarsessurin eisini valdur av Klaksvíkar Býráð á sama hátt sum tann fjórði nevndi.

§5 – Gildi / broytingar

Henda reglugerð kemur í gildi, tá hon er góðkend av Klaksvíkar Býráð. Broytingar í reglugerðini krevja nevndarsamtykt, ið skal góðkennast av Klaksvíkar Býráð..

Klaksvík tann 2. desember 2004

Niclas Heri Jákupsson Steinbjørn O. Jacobsen Oliver Joensen

stigtakari borgarstjóri blaðstjóri