Í samband við at tað í dag, 20. november, er altjóða barnarættindadagur, og 25 ár síðan ST-barnarættindasáttmálin sá dagsins ljós, senda vit hesa heilsan:
Góðu politikarar og øll sum vara av stovnum og skipanum fyri børn og ung.
Í 1989 lovaðu alheims stjórnir við ST-Barnarættindasáttmálanum, at øll børn skulu hava somu íbornu rættindi. Hesi rættindi eru grundað á tørvin hjá barninum fyri at yvirliva, mennast, luttaka og fremja sínar førleikar. Rættindini eru galdandi fyri øll børn, uttan mun til hvørji tey eru og hvaðani tey eru.
Barnarættindasáttmálin er tann størsta staðfestingin av øllum ST- sáttmálum og gevur barninum fullan myndugleika – eisini til at tosa um síni egnu sjónarmið og meiningar og at vera við í øllum avgerðum, ið hava ávirkan á lívið hjá einstaka barninum.
Tað eru nógv børn í heiminum, eisini í Føroyum, ið ikki fáa gleði av hesum rættindum. Tey liva í fátækradømi, undir ótryggum umstøðum ella uppliva ymisk sløg av harðskapi og misbrúki.
Námsfrøðingar, ið arbeiða við børnum, leggja dagliga eitt stórt arbeiði í, at tryggja og verja hesi barnarættindi.
Í januar í 2012 gav Føroya Pedagogfelag saman við NFFS (Norðurlenskur felagsskapur fyri sosialpedagogar) út “Barnets bedste”, sum er eitt arbeiðsrit um rættindi barnanna og arbeiðið hjá sosialpedagogum í Norðurlondum.
Føroya Pedagogfelag




