Keypmannahavn, Danmark: Fólkatingið viðgerð í løtuni eitt uppskot, sum skal gera tað torførari hjá útlendingum, at søkja sær skjól í Danmark. Hetta eru nakrir meinigir danskarar ónøgdir við, og vístu ónøgdina við at larma í fólkatingssalinum, tá ið fyrsta viðgerð var av undirritaða uppskotið.

”Lille bange land. Vis nu hvad du kan. Luk døren op til verden” róptu nøkur uppreistrarfólk í fólkatingssalinum, tá ið viðgerðin var í Fólkatinginum. Hetta er sum kunnugt strangt forboðið.
14 fólk vórðu handtikin, fyri at hava brotið lógina, sum sigur, at tað ikki er loyvið at órógva almenna viðgerð. Eftir avhoyringina vóru hesi leyslatin. Men enn eru tey ikki sloppin.
Hesi kunnu verða dømd eftir paragraff 137 stk. 2: ”ved larm eller uorden at have forstyrret offentlig samling af Folketinget”. Brot á hesa lóg kann enda við bót, ella í ringasta føri fongsulsrevsing í tvey ár.
Tað væntast at talið av útlendingum, ið hava søkt sær skjól í Danmark, kemur upp á 20.000 í 2014. Í september komu á leið 3000 fólk, allarflestu úr Sýria, har nógvur ófriður er í løtuni.
Uppskotið í stuttum
Stjórnin metir at tað er heldur lætt at festa búgv í Danmørk sum útlendingur. Lógaruppskotið, sum nú er til viðgerðar fer at gera tað eitt sindur truplari fyri útlendingarnar.
T.d. fer ein muslimur úr Sýria bert fáa eitt-ára uppihaldsloyvið í Danmark. Men eru prógv fyri, at hesin er forfylgdur, kann uppihaldsloyvi leingjast. Um viðkomandi ikki er forfylgdur, kann hesin ikki søkja um at fáa familjuna inn í landið tað fyrsta árið.
Hesi donsku uppreistrarfólkini eru sera ónøgd, og vilja gera tað enn lættari hjá útlendingum at søkja sær skjól í Danmark.