Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv viðvíkjandi Biskupsstøðgarðinum

John William Joensen

12. december er eitt ár síðani Áhugafelagið Nólsoyar Páll varð stovnað, og tað gevur okkum høvi til at meta um gongdina. Endamálið var at seta Nólsoyar Pálli eitt virðiligt minnismerki, men hvat skuldi tað vera? Vit komu rættiliga skjótt til semju um, at bóndagarðurin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð, og sum varð niðurtikin í 1923, skuldi endurbyggjast á Biskupsstøð.

12. december er eitt ár síðani Áhugafelagið Nólsoyar Páll varð stovnað, og tað gevur okkum høvi til at meta um gongdina.

Endamálið var at seta Nólsoyar Pálli eitt virðiligt minnismerki, men hvat skuldi tað vera? Vit komu rættiliga skjótt til semju um, at bóndagarðurin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð, og sum varð niðurtikin í 1923, skuldi endurbyggjast á Biskupsstøð.

Fyrsta stigið var at finna fram allar upplýsingar um upprunaliga garðin, og at gera tekningar. Albert Isfelt, arkitektur, hevur verið okkum dyggur, og stóð fyri hesum arbeiði, sum varð liðugt longu tíðliga í vár. Eisini gjørdi hann kostnaðarmeting. Um somu tíð gjørdi Archibald Black eitt model av garðinum.

Eftir tað vóru mong mál at loysa: at avgera júst hvar ið húsini skuldu standa, fáa játtað grundstykki og øll neyðug loyvir frá tí almenna til at fara undir byggingina. Ymiskir tvørleikar vóru á leiðini, men 11. september í ár játtaði kommunan okkum tað, sum vit høvdu bíðað eftir í fleiri mánaðir.

So eru tað pengarnir ..

Úti við 4 mill. kr. skulu til, og tað er kanska tann størsta uppgávan av øllum at fáa til vega so nógvan pening til verkætlanina. Ikki bar til at fara at biðja um pening, fyrr enn vit vistu, at vit sluppu at byggja tað, sum vit vildu.

Sum tað framgongur omanfyri, er tað ikki so langt síðani, at alt tað formliga var avklárað, og vit kundu fara undir at savna pening inn.

Higartil hava vit bara vent okkum til fyritøkur og persónar, sum vit roknaðu við høvdu serligan áhuga og sum vóru før fyri at stuðla.

Lat okkum siga hetta beinanveg: enn er langt á mál!

Men satt at siga eru vit bæði ovfarnir og bilsnir av, hvussu góð undirtøkan hevur verið higartil. Hetta stimbrar okkum og gevur okkum treysti til at halda fram við enn meira mátti enn higartil.