Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórarnir í Sandoynni mótmæla

Tíðindaskriv

Seinastu dagarnar hava tíðindi verið borin í miðlunum, um at kommununar í Sandoynni eru hoyrdar í sambandi við nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum.

Tíðindaskriv

Seinastu dagarnar hava tíðindi verið borin í miðlunum, um at kommununar í Sandoynni eru hoyrdar í sambandi við nýggju ferðaætlanina hjá Teistanum.

Undirritaði borgarstjórar vilja við hesum avsanna hesi tíðindi. Kommununar hava onki hoyringsskriv móttikið, og hava tí ikki havt møguleika at ávirka tilgongdina.

Tað er serstakliga óheppið at Strandfaraskip Landsins hava ætlanir um at skerja túratalið og harvið lækka tænastustøðið á Sandoyarleiðini, og hetta vilja undirritaðu hervið vegna kommununar mótmæla.

Ætlanirnar hjá SSL eru í andsøgn við tænastustøðið á øðrum leiðum sum knýta oyggjar saman, har man velur at uppraðfest tænastuna og lækka prísirnar.

Undirritaðu mæla tí SSL til at broyta ætlanina, sum serliga kemur illa við hjá teimum í oynni sum íðka ítrótt.

Borgarstjórarnir vilja uppá tað kraftigasta átala at broytingar verða gjørdar í ferðaætlanini, uttan at kommununar verða hoyrdar.

Brandur Sandoy, Borgarstjóri á Sandi

Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun

Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavík

Linjohn Christiansen, borgarstjóri í Skálavík