Í morgun kemur vindurin úr útsynningi-suðuri. Vindurin er ikki nógvur, bert eitt andøvsgul, 4 til 8 m/s. Heystið hevur verið sera lýtt, og tað er tað eisini í morgun. Veðurstøðirnar hjá Landsverki vísa hita upp í 9 stig. Luftin, ið kemur hendaveg, stavar úr økinum vestan fyri Portugal. Talan er um lýggja luft – hon hevur fingið hitan frá tí heita Portugalsstreyminum – t.e. ein grein av Golfstreyminum.

Eftir regnið seinnapartin í gjár er turrari í morgun. Onkur støð sigur frá avfalli – men tað er ikki úr brúgvalagi. Talan er um fjøll har sum mátistøðin er. Tað regnar oftari, har sum fjøll eru. Fjøllini trýsta luftina uppeftir, og tá verður vætan kroyst úr luftini, og tað fer at regna. Hetta kann væntast í allan dag, at regnið fer at síggjast í støðum.
Í dag fer vindur at veksa upp í eitt stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s. Hetta verður seint seinnapartin ella í kvøld. Samstundis fer ættin niður í sunnan.
Hitin í dag fer at liggja beint undir teimum 10 stigunum.