Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vátt seinni í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í morgun er meiri vindur, enn skrivað var um gjáramorgunin. Tað er framvegis luft úr økinum vestan fyri ta iberiskur hálvoynna, sum kemur hendan vegin. Tað er eru fleiri veðurskipanir – hátrýst og lágtrýst – sum skipa fyri luftflutningum um okkara leiðir. Ættin er vesturhallur sunnan.

Veðurstøðirnar hjá Landsverki eru ógvuliga ymiskar at lesa í morgun. Við Tjørnuvíkarvegin eru 2 til 5 m/s; á Gjáarskarði eru 14 til 21 m/s. Tað er sjálvandi tey landafrøðiligu viðurskiftini í Føroyum – t.e. hvønn vegin fjøllini venda í mun til ættina, og hvussu høg fjøllini eru – sum gera henda stóra munin í vindferðini. Í miðal er vindferðin í Føroyum í morgun eitt stívt andøvsgul til ein strúk í vindi, 10 til 15 m/s, og omkur æl eru.

Sum dagurin í dag gongur, fer ættin at snara ímóti landsynningi, og vindurin fer at minka niður í eitt gul, 3 til 6 m/s. Vit fara at hava ælaveður í støðum í morgun og seinnapartin, men tá ið ættin er farin í landsynning, fer at regna úr einari hitabrúgv, sum stendur sunnan fyri Føroyar.

Hitin í dag fer at liggja um 8 – 9 stig.