Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta skotið til Viðareiðistunnilin verður í komandi viku

John William Joensen

Stjórin í Landsverk sigur at Articon og LNS hava boða Landsverk frá at nú er klárt at loysa fyrsta skotið til Viðareiðistunnilin. Amboð eru nú á staðnum og fyrireikingar til uppstart eru í gongd og í hesum sambandi verður alment hátíðarhald í komandi viku.

Stjórin í Landsverk sigur at Articon og LNS hava boða Landsverk frá at nú er klárt at loysa fyrsta skotið til Viðareiðistunnilin. Amboð eru nú á staðnum og fyrireikingar til uppstart eru í gongd og í hesum sambandi verður alment hátíðarhald í komandi viku.

Endamálið við verkætlanini er at tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður. Neyðugt er at dagføra og tryggja farleiðina til Viðareiðis. Arbeitt verður við einari tunnilsloysn, ið fevnir um ein umleið 1.950 m langan tunnil úr Hvannasundi til Middals. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til Viðareiðis verður gjørdur. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.

Arbeiði gongur væl.

Ewald Kjølbro, sigur í dag at Articon og LNS nú er klárt at loysa fyrsta skotið til Viðareiðistunnilin. Amboð eru nú á staðnum og fyrireikingar til uppstart eru í gongd og í hesum sambandi verður alment hátíðarhald í komandi viku. Innslagið Hvannasundsmegin er broytt og lækka niður í verandi veghædd. Upprunaliga var ætlanin at gera heilt nýggjan veg frá Viðareiði og inn í Miðdal, men eftir at sparingar vóru gjørdar var avgjørt at verandi vegur verður breikaður og tí er bara neyðugt við 1500 m av nýggjum vegi. Verkætlanin kostar 162 mió. og er tunnilin 1850 m og tunnilin verður tikin í brúk í 2017.

So skjótt sum alt er klárt verður kunngjørt nær hátíðarhaldið verður