Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Kav” hjá Steso besta lag í Skandinavia

Tíðindaskriv

Heimasíðan beehy.pe verður rikin av 80 journalistum, sum eru spjaddir kring allan heimin. Uppgávan hjá teimum 80 journalistunum er, at varpa ljós á tað lagið, sum teir í løtuni meta vera tað besta í teirra umráði.

Til at umboða Skandinavia hevur beehy.pe valt danan Peter Krogholm, sum rekur tónleikasíðuna allscandinavian.dk.

Redaktørurin, á beehy.pe Mariusz Herma, greiðir frá í einum maili, at tað var Peter Krogholm, sum viðmældi lagið “Kav”. Víðari leggur Mariusz Herma dent á, at Peter Krogholm Ikki var einsamallur um at dáma lagið, men at fleiri av hinum umboðunum eisini vóru fallin fyri lagnum.

Les meir her: http://beehy.pe/steso-kav-faroe-islands/