Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin í Havn eigur at hugsað seg um

Norðlýsið

Løgmaður kennir seg niðurgjørdan av Heðin Mortensen, tí hann hevur ditta sær at havt ein meining um 500 mió. kr. íløguna í eina konteynarahavn, sum borgarstjórin og býráði ætlað at byggja beint frammanfyri skansan – eitt steinkast frá Tinganesi

Løgmaður kennir seg niðurgjørdan av Heðin Mortensen, tí hann hevur ditta sær at havt ein meining um 500 mió. kr. íløguna í eina konteynarahavn, sum borgarstjórin og býráði ætlað at byggja beint frammanfyri skansan – eitt steinkast frá Tinganesi

Umvegis Facebook skrivar Løgmaður:

Góði Borgarstjóri Heðin Mortensen.

Nú eg hevði eina meining og eitt ynski um skynsemi, áðrenn vit byggja eina nýggja bingjuhavn framman fyri skansan, og ynskti at tvær stórar kommunur kunnu tosað saman, so verði eg niðurgjørdur í lesarabrævi frá borgarstjóranum alt fyri eitt, fyri at hava eina meining, og fyri at vilja taka livibreyð frá 700 familjum, hvat skuldi mítt motiv verðið, fyri at tikið livibreyð frá 700 familjum ??.

Eg trúði eisini at eg sum borgari í høvuðsstaðnum og har sum eg eri føddur og uppvaksin og sum løgmaður kundi hava eina meining, og eftir tíðindini í dag, kann eg ikki siga annað, enn at fólk í hópatali, eru púra samd við mær, og størsti parturin eru havnaborgarar.

Einaferð var eg býráðslimur og í bygginevndini fyri Hoyvíkshøllina og vit skuldu tá staðseta Hoyvíkshøllina frammanfyri skúlan í Hoyvík, og tá vit politikarar hava sett okkum nakað fyri, so er tað tíanverri ov sjálvdan at vit duga at bakka.

Borgarar í Hoyvík vildu hava okkum á fund um kvøldið, og søgdu at teir vildu ikki hava høllina frammanfyri skúlan, hvørja fer eg koyri framvið høllini eri eg takksamur fyri at vit lurtaðu eftir borgarum í Hoyvík tað kvøldið og ikki okkum sjálvum, og vit fluttu høllina, so at hon kom at liggja við síðuna av skúlanum, í staðin fyri framman fyri skúlan.

Tað er eingin skomm at bakka, men at byggja eina bingjuhavn frammanfyri skansan er ein vanlukka fyri býin, tað er mín meining.