Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pál hevur ongan sáttmála

Jákup Ósá

Leikarin hjá HB, sum legði upp til flest mál í 2014, hevur ongan sáttmála fyri kappingarárið 2015.

Leikarin hjá HB, sum legði upp til flest mál í 2014, hevur ongan sáttmála fyri kappingarárið 2015.

Pál Mohr Joensen spældi í 2014 bæði sum vinstri bakkur og vinstri vongur hjá HB og onkran dyst í miðverjuni. Umframt at hann var á U21 landsliðnum. Hann byrjaði inni í 17 av dystunum hjá HB og ikki kann sigast annað enn, at hagtølini vóru góð. Tí í 1678 minuttum legði Pál upp til 9 mál og skoraði 4 mál. Sostatt lá hann ímillum

Fyri nøkrum vikum síðani royndarvandi Pál saman við Tróndi Jensen og René S. Joensen í Florø SK í 3. bestu deildini í Noregi. Og har gekk væl staðfestir Pál, sum ikki hevur sáttmála við nakða felag fyri 2015.

– Tað gekk væl helt eg sjálvur, og teir lótu væl at. Sjálvur havi eg ikki sáttmála við nakað felag í 2015, og eg havi ikki tikið støðu til enn, hvar eg spæli. Onkrir fyrispurningar hava verið frá feløgum, sigur Pál M. Joensen.

Pál var saman við Alex Mellemgaard nummar 6 á listanum yvir upplegg í ár.

Lukasz Cieslewicz 12 (Í 2427 minuttum= 202 minuttir pr. upplegg)

Andy Olsen 11 (Í 2026 minuttum= 184 minuttir pr. upplegg)

Árni Frederiksberg 11 (Í 2263 minuttum= 206 minuttir pr. upplegg)

Finnur Justinussen 11 (Í 2376 minuttum= 216 minuttir pr. upplegg)

Adeshina Lawal 11 (Í 2340 minuttum= 213 minuttir pr. upplegg)

Pál M. Joensen 9  (Í 1678 minuttum= 186 minuttir pr. upplegg)

Alex Mellemgaard 9  (Í 2347 minuttum= 261 minuttir pr. upplegg)