Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Neistin-Team Klaksvík (Beinleiðis úr Høllini á Hálsi)

Jákup Ósá

Í kvøld er landskappingardystur í Høllini á Hálsi. Neistin tekur ímóti Team Klaksvík.

Í kvøld er landskappingardystur í Høllini á Hálsi. Neistin tekur ímóti Team Klaksvík. Undan dystinum hevur Neistin 7 stig, meðan Team Klaksvík hevur 4 stig.

Team Klaksvík (TK) byrjar við hesum liðnum: Dragan Kondic, Suni Johannesen, Dusko Petrusic, Bogdan Florea, Sámal á T. Olsen, Vilhelm Vilhelmsen og Andrias Ellingsgaard.
3 min.: 1-1. Jugoslav Djumic og Bogdan Florea hava skorað.
4 min.: Dusko til 1-2 (TK á odda)
8 min.: 2-2. Báðir málverjarnir vísa stórspæl í løtuni.
11 min.: Rótut álopsspæl og nógvir brendir møguleikar, serliga frá TK. Málverjarnir Mikkjal Hansen og Dragan Kondic hava spælt framúr higartil. 4-3 til Neistan.
14 min. : 5-3 til Neistan
16 min.: 8-4 til Neistan. TK hevur tikið sítt time out.
20 min.: Neistin verjir væl, meðan TK ger nógv teknisk mistøk. 10-5.
22 min.: TK brennir stórar møguleikar, meðan Neista leikararnir skjóta væl, tá teir fáa møguleikan í løtuni. 12-5 nú.
28 min.: Terji Mørk til 16-8
Hálvleikur: 16-8 til Neistan
Tað byrjaði við at bæði liðini brendu nógv, meðan málverjarnir stóðu væl. Men eftir fyrstu 10 minuttirnar, byrjaði Neistin at skora uppá sínar mál møguleikar og samstundis fekk TK meira trupult at koma til møguleikar. Tað mesta hjá fer gjøgnum miðjuna og enn hava vongirnir hjá TK ikki skorað nakað mál.
Dómaraseðilin fyri fyrra hálvleik er viðheftur.
33 min.: Sámal á T. Olsen skoraði fyrsta málið í seinna hálvleiki, men síðani hava Terji Mørk og John í Innistovu skorað. 18-10
35 min.: TK er farið at mansuppdekka Tommy Fletcher og Sjúrð K. Thomassen. Rasmus Magnusson er komin inn í málið at standa. 19-11
37 min.: Tað er klassamunur á liðunum. 22-11 til Neistan, sum nú fær nógv mál uppá kontraálop. TK tekur time out. 
47 min.: 29-18 til Neistan. TK hevur skift nógv út og tað hevur sæð út til at hjálpt, tí munurin var størri fyri løtu síðani. 
55 min.: 32-22. neistin hevur skift nógv út og ger nú fleiri mistøk enn áður, meðan TK hevur fingið fleiri fín mál seinastu løtuna.
Liðugt: 32-23
Neistin vann sær eina trygga leiðslu í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna í seinna hálvleiki sá út til at blíva nógv størri tap hjá TK enn tað endaði við. TK leikararnir, sum spældu seinna partin av seinna hálvleiki. skulu eiga rós fyri góðan hugburð og ikki at geva upp. Men tað er heilt vist eitt vónbrot hjá TK, at liðið ikki megnar at geva Neistanum størri mótstøðu fyrr í dystinum.