Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jólatræið í Klaksvík tendrað

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Í kvøld legði Klaksvíkar Hornorkestur fyri við vøkrum sálmum undir prýðiliga jólatrænum í frálíkum veðri.

Væl av fólki hevði leitað sær til gamla Kirkjugarð við Vágstún at lýða á røðuna hjá borgarstjóranum, síggja jólatræið verða tendrað og annars hugna sær aftur við góðum tónum frá Klaksvíkar Hornorkestri.


Niðanfyri verður røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra endurgivin:

Gott kvøld, øll somul!

Tá ið jólatræið fyri fleiri øldum síðani varð sett upp úti í heimi, varð tað pyntað við súreplum, nøtum og líknandi mati. Í 18. øld gjørdist tað vanligt at seta livandi ljós á træið – sagt verður, at Martin Luther var ein av teimum fyrstu, sum gjørdi hetta.

Tá ið heimurin síðani fekk streym, komu ljósperur á træið. Hvørt til sína tíð – og jólatræið varð saman við okkara parti av heiminum elektrifiserað.

Vit liva í dag í einum talgiltum heimi. Einum heimi, har nærumhørvið er tað sama sum øll verðin – og øll verðin er í nærumhvørvinum. Vit hava Time’s Square, Piccadilly Circus og Colleseum beinleiðis á telduni, leggja vit í tað, og í lummanum hava vit restina av heiminum – vinirnar í Havn, Gøtu og á Viðareiði. Vit eru online og við – helst allatíðina, tí tað krevur tíðin. Vit eru sum tað elektrifiseraða jólatræið.

Tíðirnir broytast

Tíðirnir broytast, tað vita vit. Tað nyttar ikki at seta føtur í spenni ímóti tíðarrákinum. Hinvegin ber til at taka tað góða við sær. At varðveita sentralar eginleikar og møguleikar, samstundis sum vit fevna nýggju tíðini og nýggju tøknini. Góðu traditiónir tola og yvirliva tíðarrák!

Jólatræið er eitt jólatræ, líkamikið um tað verður pyntað við fruktum, brennandi kertuljósum ella verður upplýst av elektriskum litperum. Og soleiðis er eisini við okkum menniskjum. Við ella uttan iPad, iPhone og farteldur eru vit menniskju.

Í kvøld tendra vit stóra jólatræið í býnum, og samstundis verður undirstrikað, at jólamánaðin er fyri framman. Hetta er kvøldið, tá ið vit av álvara tendra myrku tíðina við hugna, tiltøkum, jólahaldi heima og úti og nógvari góðari samveru við familjum, vinum og starvsfelagum. Seinastu fetini fram ímótistyttsta degi eru hugalig og hugnalig.

Góð samvera

Jólastákanin og jólahaldið talar til tað góða í okkara menniskjum. Tað skapar møguleikar fyri góðari samveru okkara millum, og við Jesubarninum í miðdeplinum minnir tað okkum eisini á grundleggjandi virðini í lívinum. Hetta er sanniliga eisini ein høgtíð fyri børnini, og hóast vit stundum hava hug at finnast at jólaresinum og stressinum, eiga vit at minnast til, at vit sjálvi – hvør einstakur av okkum – kann ávirka, hvussu desember mánaði verður, og hvat verður lagt í jólamánaðin.

Fyri summi kann júst hendan tíðin tykjast serliga avbjóðandi av ymiskum orsøkum. Tað eru nógvar kenslur í jólahaldinum, og krøv verða eisini sett til fíggjarorkuna. Her eiga vit sum einstaklingar og samfelag at vera við til at hjálpa, at taka eina hond í, og at verða um tey, sum hava brúk fyri tí, um vit hava møguleikan til tað.

Vónandi gleða vit okkum øll til tíðina, sum nú er fyri framman, og eg vóni, at vit fáa nakað gott burtur úr henni.

Takk fyri!

Jógvan Skorheim, borgarstjóri