Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan tekur móti Søljuni sunnudagin

Oliver Joensen

Sunnudagin verður dystur í KÍ-høllini tá kvinnurnar hjáStjørnuni fáa vitjan av Søljuni. Hóast tað hevur gingið sera illa hjástjørnunkvinnum í hesum kappingarárinum, so mugu tær metast at verða favorittartil at vinna dystin.

Tað er eftir hondini nøkur ár síðani at Søljan seinastleikti í bestu kvinnudeildini, men í ár vildu tær so royna seg aftur millum tærbestu. Liðið er rættuliga ungt og óroynt, so higartil eru allir dystirnirblivnir til stórtap.

Stjørnan og Søljan hava leikt ein dyst móti hvørjum í hesumkappingarárinum, tað var á Giljanesi, og tann dystin vann Stjørnan 23-13.

Dysturin sunnudagin byrjar kl. 15.