Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

19. tunnilin síðan Hvalbiartunnilin

Oliver Joensen

Heini Eysturoy leiðari á deildin fyri Infrakervi, hjá Landsverk røddi á samkomu á Viðareiðisvegnum, og hann greiddi frá at verandi farleið eftir landsvegnum úr Hvannasundi til Viðareiðis varð tikin í nýtslu fyrst í seksti-árunum.

– Áðrenn hetta varð siglt úr Hvannasundi til Leiti, haðani vegur var til Viðareiðis. Byrgingin um Hvannasund varð tikin í nýtslu í 1975, og tá var koyrandi allan vegin millum Klaksvík og Viðareiði.

Hendan verkætlanin til nýggja Viðareiðisfarleið snýr seg um at gera ein 1939 metrar langan tunnil haðani úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum og góðar 3700 metrar av vegi báðumegin.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur

Hetta er 19’indi tunnil, sum er bygdur í landinum síðani Hvalbiartunnilin var bygdur í 1963. Annars kann nevnast, at á hesari farleiðini hava vit Árnafjarðar og Hvannasundstunlarnar, sum vóru ávíkavist nr 2 og 3 í landinum, frá 1965 og 1967 í landinum. (hesir vóru tá longstu tunlar í Føroyum, tá teir vóru bygdir)

Vónadi fer hendan verkætlanin at økja um trivnaðin, vinnumøguleikar og trygdina her norðuri. Tunnilin fer at lúka øll nútímans trygdarkrøv við ljósi, neyðtelefonum, eldsløkkjarum, fartelefonsambandi og eisini ber til at lurta eftir útvarpinum í tunlinum. Í hesum sambandi kann eg nevna, at Landsverk saman við Viðareiðis- og Hvannasunds kommunu, løgreglu, sløkkiliðssamstarvinum her norðuri, sjúkraflutingstænastuni og Tilbúgvingarstovnurin eru í ferð við at gera eina tilbúgvingaætlan fyri tunnlin; hesum síggja vit á Landsverki eisini fram til til at koma á mál við.

At enda: Eitt, sum vit ikki kunna lova í tunlinum eru huldufólk, serliga tí so nógv ljós verður í honum.