Fríggjadagin kl. 15 verður móttøka í deildini hjá EIK í Klaksvík í samband við at Trygvi Hoydal Poulsen er settur í starv sum rakstrarleiðari hjá Eik í Klaksvík.
Fríggjadagin kl. 15 verður móttøka í deildini hjá EIK í Klaksvík í samband við at Trygvi Hoydal Poulsen er settur í starv sum rakstrarleiðari hjá Eik í Klaksvík.
Trygvi, sum er klaksvíkingur, hevur í fleiri ár starvast í BankNordik, og hevur drúgvar royndir við privat- og vinnukundum. Hetta seinasta árið hevur hann starvast á Íløgudeildini. Í tíðarskeiðnum 1992 – 2006 var Trygvi leiðari á Rúsdrekkasølu Landsins í Klaksvík.
Trygvi tók við rakstrarleiðarastarvinum í Eik í Klaksvík 1. desember 2014.




