Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava samband við John Petersen

Jákup Ósá

Formaðurin í B36 sigur, at B36 í løtuni kannar fleiri venjara møguleikar. John Petersen er ein, sum felagið hevur samband við.

Heiðrikur Christiansen er formaður í B36 og hann sigur, at teir í B36 framvegis eru í einari tilgongd, har hugt verður eftir fleiri møguleikum. Í løtuni bendur alt á, at tað verður ein føroyingur.

– Vit hava hugt eftir, hvørjir venjarar eru tøkir. Síðani hava vit gjørt okkum ein lista yvir teir, sum kundu verið áhugaverdir. Vit hava samband við fleiri, meðan vit bíða eftir útspæli frá onkrum øðrum. Vit ynskja ein føroying, men eg kann ikki útihýsa møguleikan við einum útlendingi ella einum, sum ikki hevur nógvar royndir, sigur Heiðrikur Christiansen.

Uppá beinleiðis fyrispurning um, at John Petersen er besta boðið, sigur Heiðrikur, at John er ein av teimum, sum B36 tosar við. Men sum Norðlýsið skilir er einasta forðingin, hvat John ynskir sjálvur. Hann hevur fyrr takkað nei til at verið venjari hjá B36 vegna persónligar orsøkir.

Styrkurin bíðar

Heiðrikur sigur, at í løtuni hugsa teir als ikki um spælarastyrk, tí tað skal ein nýggjur venjari avgera.

– Í løtuni hugsa við als ikki um spælarastyrk. Tí vit halda, at tann nýggi venjarin skal kunna fáa møguleikan at siga, hvat hann heldur um hópin og hvar hann møguliga skal styrkjast, sigur Heiðrikur Christiansen.