HB og Heðin Askham skulu hava nýggjan hjálparvenjara í 2015.
HB og Heðin Askham skulu hava nýggjan hjálparvenjara í 2015.
Jón Simonsen hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá besta liðnum hjá HB, men tað verður hann ikki í 2015. Jón váttar fyri Norðlýsinum, at hann hevur boðað HB frá, at hann heldur ikki fram sum hjálparvenjari næsta ár. Hann vil tó ikki útihýsa møguleikanum, at hann fer at hava onkra uppgávu innanfyri fótbólt næsta ár, men at tað vil tíðin vísa.
Jón Simonsen hevur A-venjaraútbúgving og hevur áður eisini verið venjari hjá besta liðnum hjá ÍF.




