Í morgun er kuldi, og hvítt er í erva. Mangir bileigarar eru sæddir skava ís av bilinum, og ferðsla hevur gingið eitt sindur spakuliga. Allar veðurstøðir siga frá hálku; hitin er máldur at vera í mesta lagi 3 stig. Í flestu støðum er hitin máldur at vera 1 stig.
Í morgun er kuldi, og hvítt er í erva. Mangir bileigarar eru sæddir skava ís av bilinum, og ferðsla hevur gingið eitt sindur spakuliga. Allar veðurstøðir siga frá hálku; hitin er máldur at vera í mesta lagi 3 stig. Í flestu støðum er hitin máldur at vera 1 stig.
Kalda luftin stavar úr Eysturgrønlandi og kemur til okkara av útnyrðingi-norðri. Tað er eitt lágtrýst í Norskahavi, sum skipar fyri flutninginum av køldu luftini ímóti okkara leiðum. Í dag fer hetta lágtrýst eystureftir longur burtur frá okkum. Ístaðin kemur eitt annað lágtrýst undan Kappanum og heldur leiðina hendavegin, og tí fer kalda luftrákið fer at steðga, og ístaðin fer lýggjari luft úr Atlantshavi. Eisini verður meiri vindur.
Í dag – fríggjadag – fer ættin fyrst at vera útnyrðingur-norðan. Ikki nógvur vindur, eitt stívt andøvsgul, 8 til 12 m/s. Kalda luftin er slavin og óstøðug, og tí skulu vit vænta ælingar við vátakava og kava og møguliga við onkrum heglingsæli. Seinnapartin minkar vindurin niður í lítið og einki úr ymsum ættum. Seint seinnapartin ættin at vera útsynningur-sunnan og útsynningur. Vindurin fer tá at vaksa so við og við, og nakrar tímar eftir midnátt fer tað at vera eitt stívt andøvsgul ella ein strúkur í vindi, 10 til 14 m/s. Um midnáttarleitið fer at regna í nakrar tímar.
Hitin í dag fer at vera um tey 2-3 stigini, men eftir at ættin er broytt til útsynning, verða eini 2 stig heitari.
Í morgin – leygardagin – verður ættin útsynningur. Vindferðin fer at liggja um eitt stívt andøvsgul, 9 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt í morgin, men ælingar við regni kunnu væntast allan dagin.
Hitin leygardagin fer at liggja um 4 til 5 stig.
Sunnumorgunin fer veðrið frá leygardegnum at halda fram. men seinnapartin fer ættin upp í útnyrðing og norðan. Vindferðin fer ein løtu seint um kvøldið at veksa upp í hvassan vind og skrið, 15 til 20 m/s. men tað verður ikki í so langt tíðarskeið. Út á mánanáttina fer vindurin at minka aftur niður í eitt stívy andøvsgul.
Hitin sunnudagin fer at liggja 1 ella 2 stig oman fyri frostmarkið.