Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lúsingur til Kaj Leo og høvðurbrýggj til Aksel

John William Joensen

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur og geografur, heldur, at nýggjasta veljara kanningin er góður lesnaður hjá javnaðarfólki, men samstundis avmarkast møguleikarnir hjá Javnaðarflokkinum at standa fyri eini samgongu.

Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur og geografur, heldur, at nýggjasta veljara kanningin er góður lesnaður hjá javnaðarfólki, men samstundis avmarkast møguleikarnir hjá Javnaðarflokkinum at standa fyri eini samgongu.

Nýggjasta veljarakanningin sum Gallup hevur gjørt og sum er kunngjørd í Dimmalætting í morgun, gevur leiðsluni í Sambandsflokkinum eina álvarsama ávaring, men samstundis setur hon Javnaðarflokkin í eina sera trupla støðu. Tí hóast tað fyri henda flokk er hugaligur lesnaður, so hevur framgongdin sín prís. Aksel V. Jóhannesen hevur sagt at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, og tað er ein boðskapur sum gevur afturljóð millum javnaðarveljarar. Samstundis hevur hann sagt greitt, at tað verða ongar yvirtøkur framdar, ið kosta, og hevur harvið ivaleyst útihýst samgongu við Tjóðveldi og Framsókn. Hetta ger hann óivað fyri at vinna tað inn aftur frá Sambandsflokkinum, sum Jóannes Eidesgaard misti, tá hann fór í CHE samgonguna og bant Javnaðarflokkin til at vera við til at skerja blokkin 177 mió. kr.. Hetta var óivað veruliga orsøkin til at CHE samgongan skrædnaði, og ikki nógv umrødda lykla-málið.

Við hesi støðu til yvirtøkur hevur tað eydnast Javnaðarflokkinum at fingið tað mista innaftur frá Sambandsflokkinum. Tað hevur gingið javnt og stútt tann vegin í teimum kanningum, vit higartil hava sæð.

Nú ger Javnaðarflokkurin enn eitt lop uppeftir millum veljararnar. Tað man ivaleyst skyldast, at hann fær uppaftur fleiri veljarar frá Sambandsflokkinum, ið er farin at bløða av álvara. Óivað orsakað av teimum innanhýsis ósemjum, ið gera um seg.

Bókin hjá Edmund Joensen hevur heilt víst blást til henda eldin, og sátt uppaftur meira iva millum veljarar, hvat ið flokkurin stendur fyri. Tað, at tað sambært Edmundi eru ov nógvir fólkafloksmenn ella høgra konservativar kreftir í Sambandsflokkinum, styggir eftir øllum at døma sosialkonservativar veljarar yvir í Javnaðarflokkin, sum nú ikki longur førir seg fram sum sjálvstýrisflokk, men framvegis sum borganin fyri, at ein sosialur politikkur aftur verður settur í hásæti.

Men, men. Tað vunna hjá Javnaðarflokkinum hevur sín prís, tí nú kann tað enda við, at tað bert verður Sambandsflokkurin eftir av teimum stóru, sum hann ikki hevur avskorið seg frá at kunna skipa samgongu við. Tað gevur tó bert 15, so alt stendur og fellur við, um tað eydnast Sjálvstýrisflokkinum at fáa meir enn tað eina mandatið. Tað er tó lítið sannlíkt, tí hann liggur mest sum á sjálvari tinggáttini, og fær í besta føri ein tinglim valdan. Tað verður tepurt í øllum førum, hvørt tað skal eydnast Akseli at gerast løgmaður í eini sovorðnari samgongu, sum vit vanliga nevndu Heimastýrissamgongu í gomlum døgum.

Ilt er at síggja aðrar møguleikar, so tað er ikki vist, at veljaraframgongdin hjá Javnaðarflokkinum fer at gagnast honum, tá ið avtornar. Hartil kann prísurin vísa seg at hava verið ov høgur, sigur Jógvan Mørkøre í stuttari viðmerking.

Sambært nýggjastu veljarakanningini fær Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hvør sínar 6 tinglimir, Javnaðarflokkurin 9, Sjálvstýrið 1, Tjóðveldi 7, Framsókn 2 og Miðflokkurin 2.

Harleyfacadeacryl