Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Profilar halda fram á Skála

Jákup Ósá

Leikarar sum Pætur Dam Jacobsen, Jákup Johansen og Ahmed Keita halda fram á Skála, hóast liðið flutti niður í 1.deild í ár.

Hóast Skála flutti niður úr Effodeildini í ár, so sær alt ikki so myrkt út í felagnum. Tí steðgurin í 1.deild verður neyvan stórur, um vit hyggja eftir hópinum komandi ár. Tí teir flestu leikararnir halda fram. Andras Frederiksberg er farin til NSÍ og Holgar Djurhuus er farin til 07Vestur, men formaðurin í Skála, Kaysten Rasmussen, váttar fyri Norðlýsinum, at væntandi vera tað bara teir, sum fara í onnur feløg. Leikarar sum Pætur Dam Jacobsen, Jákup Johansen, Ahmed Keita, Petur Pauli Mikkelsen, Ólavur Mikkelsen, Jákup Jacobsen, Edvin Jacobsen og Brian Jacobsen halda fram eins og málverjin Suni Ernstsson. Hesir hava allir gjørt sáttmála við felagið. Sostatt verður talan í stóran mun um sama lið, sum spældi tey seinastu umførini í Effodeildini í 2014, har liðið m.a. fekk 4 stig í teimum báðum seinastu dystunum móti Víkingi og AB.

Kaysten Rasmussen dylur ikki fyri, at Skála ætlar sær uppaftur beinanvegin. Hóast ein ikki skal selja skinnið, áðrenn bjørnin er skotin, so hava teir á Skála eisini kappingarárið í 2016 í huga, tá teir ætla sær at vera betri brynjaðir til at halda sær í bestu deildini, um alt gongur sum ætlað, sigur Kaysten Rasmussen.

Sum Norðlýsið skilir, so hevur áhugi verið uttanífrá fyri fleiri leikarum hjá Skála. M.a. Jákup Johansen, Pætur Dam Jacobsen, Edvin Jacobsen og Brian Jacobsen. Men nú er so staðfest, at hóast niðurflyting, so vera hesir loyalir yvirfyri sínum felag. Venjari hjá Skála í 2015 verður Pauli Poulsen.