Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ætlanin við Jólabýnum endar ikki her – segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri

Oliver Joensen

Tað var annars Annika Steintórsdóttir, samskipari av Jólabýnum í Klaksvík, sum bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni og tí sum fór at henda her í Jólabýnum fram til jólini. Annika beyð síðani borgarstjóranum Jógvan Skorheim vælkomnum, at halda eina røðu nú Jólabýurin í Klaksvík hevði latið upp.

Borgarstjórin segði:

Gott kvøld øll somul, og vælkomin til nýggja jólabýin

Tað er gott, at vit eiga virkisfús fólk, ið hava hegni til at smíða, tekna og vera kreativ. Hugskotið um ein nýggjan jólabý í Klaksvík byrjaðið fyrst í árinum, og eftir at Sjúrður Sólstein og Edward Fuglø høvdi siti saman eina løtu, so høvdu teir við sínum ómetaligu gávum, samantvinna síni hugskot til hendan Føroyska jólabýin. Eg má siga, at eg eri glaður fyri, at hesin býðurin hevur verið skjótari at fingið gongd á, enn okkara miðbýur. Har skuldi tað taka okkum 40 ár. Men her hevur tó bert verið talan um nakrar mánaðir.

Sjúrður og Edward hava ikki gjørt hetta einsamallir. Stóra arbeiðið við at smíða, snikka til, mála, leggja el-leiðingar og mang annað, hava næmingarir á teknsika skúla í Klaksvík staði meistaraliga fyri. Teir hava verið ómetaliga nærlagdir og hugagóðir, og tað sæst í dag, nú búðirnar standa her so vakrar.

Ætlanin við jólabýnum endar ikki her. Hetta skal byggjast víðari uppá. Eftir ætlan fáa vit tvey ella trý húst afturat komandi ár, so at møguleikarnir gerast fleiri og umhvørvið hugnaligari. Hesaferð hava vit fingið model av einum neysti, einum hjalli og einum hoyggjhúsi. Næstuferð er upplagt at fara undir at gera model av eykendu 8kantaðu gomlu kaj-kioskini, sum við sínum dámi far okkum at hugsa um fleirfald minnir frá gomlum døgum. Og tað er júst tað, ið jólini ofta føra okkum aftur til. Vit steðga á eina løtu, njóta løturnar og friðin saman við okkara nærmastu, veri tað seg á arbeiðsplássinum, ítróttarfelagnum ella heima við hús. Vit minnast ofta aftur, á gamlar dagar, um tá ið vit sjálvi ikki kundu bíða til jólapakkarnir skuldu opnast, og bara mintust til hvussu leingi hvør tími, minnuttur ella sekund gekk jólaaftan. Kanska minnast vit eisini til hvussu lukturin vanliga var í stovuni jólaaftan, hvat mamma ella pápi okkara vanliga gjørdi hendan dagin, ella hvat vit sjálvi plagdi at gera fyri at stytta um stundirnar, so bíðitíðin ikki gjørdist so óúthaldilig fyri okkum.

Jólini eru serstøk tíð fyri okkum øll, men serliga eru jólini nakað serstakt fyri børnini.

SSP, ið er ein felagsskapur millum skúla, sosialu mynduleikarnar og politi, hevur júst tosað so nógv um týdningin av, at skapa góð minnir saman við sínum børnum.

Sum felagsskapurin eisini so beinraki vísur á, so fyglja okkara minnir frá barnaárunum alt lívið, og minnini frá góðum løtum við familjuni leggja trygga botnin at byggja lívið á. Tí er tað so týdningarmikið, at vit taka okkum stundir at skapa góð minnir saman sum familja. Vit kunnu flest øll hugsa aftur, og minnast onkra serliga løtu ella støðu, sum ger okkum heit um hjarta. Tí mugu vit sum foreldur gera okkara fyri at geva børnunum samveru, ið skapar teirra góðu minnir.

Í dag og komandi dagarnar vóna vit, at Klaksvíkingar, Norðoyingar og Føroyingar annars taka væl í móti hesum startskoti til nýggja jólabý. Umhvørvið við gomlu handilshúsinum sum grundarlag, ið hevur sigur sína heilt serstøku søgu, leggur eisini sín serliga dám á hetta økið. Tað verður her vit fara at møtast, tá ið jólaskipið vónandi kemur á vitjan um nakrar dagar og tað verður her vit kunnu njóta angan av onkrum nýbakaðum, síggja jólaperurnar, fáa ein kaffimunn ella njóta onkra løtu inni í Spaniustovu við tónleiki.

Eg fari til seinast, at nýta høvið til enn einaferð, at takka Sjúrður Sólstein og Edward Fuglø, fyri at teir loftaðu hugskotinum og kundi gera hetta til veruleika. Eisini eru tað næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík, ið skulu hava eina serliga tøkk fyri teirra ótroyttiliga og nærlagda arbeið. Húsini, ið tit hava gjørt, standa her so ómetaliga flott. Og so er tað Annika Biskopstø, ið eisini hevur gjørt eitt stórt arbeið fyri at fáa lív í hendan býin, so vit onnur kunnu njóta umhvørvið.

Tí uttan lív, er eingin býur.

Takk fyri!