Ibercisa, spanskur samstarvsfelagið hjá KSS, skal veita dekksútgerð til nýggjan trolara, sum stóra amerikanska reiðaríið Fishermen Finest Inc. í Seattle letur byggja.
Nýggi trolarin, eitt ST-116XL snið hjá SkipstekniskA/S, verður 80 metrar langur, og er ein nútímans frysti trolari, ið skal latast eigaru num í 2016.Trolarin er tann fyrsti á amerikanska marknaðinum, sum lýkur nýggjastu og strangastu krøvini til útlát og orkusparing. Fishermen Finest Inc.hevur raðfest at byggja eit torkuvinarligt fiskifar, sum hevur útvalt Ibercisael-spøl á dekki. Enntá politiski mynduleikin í Amerika fegnast um slík frambrot innan fiskivinnuna, um at minkaum CO2 útlátið.
Á KSS er somuleiðs fagnaður,tí sum umboð fyri Ibercisa í flestu norðanlondum, umframt Stóra Bretland og Írland, kann júst hendan avtalan fáa sera positivar avleiðingar fyri KSS. Elektriskar spælskiparnir til fiskiflotan tykist verða tað náttúrliga valið hjátrolarum og nótabátum.Tað er ikki uttan orsøk, at elektrisku spælskipaninar verðavaldar, tí Ibercisael-spøl eru sett í meira enn 120 trolarar, ið fiska á øllum heimsins høvum.
Stóri eftirspurningurin eftir elektrisku spælskipanunum frá Ibercisa kemur m.a. av teimum
eyðsýndu fyrimununum við nýtsluni av nútímans el-spølum umborð, umframt teimum stóru fíggjarligu fyrimuninum.
Elektrisk spøl krevja minni generatororku umborð,tí framleidda orka verður munandi betri gagnnýtt, tað vil við øðrum orðum siga, at raksturin gerst bíligari og útlátið minni. Við tað at ongi hydraulikrør skulu leggjast til spølini, verður ongin oljudálking á dekkinum, sum kunnu standast av lekum ella brekum. Á dekkinum verða arbeiðsumstøðurnar eisini rúmligar i og larmurin frá spølunum er næstan eingin. Av somu orsøk gerst tað liviligari umborð. Kostnaðurin at seta el-spøl umborð er eisini munandi lægri enn hjá øðrum oljudrivnum spølum, og harafturat er við líkahaldskostnaðurin væl lægri.
Elektrisk spøler uttan iva eitt av størstu frambrotum í fiskivinnuni seinnu árini, táið talan er um effektivitet og nýtsluhátt. Við slíkari avtalu á amerikanska marknaðinum bendir alt á, at Ibercisa hevur rætta samstarvsfelagan í Norðurevropa. KSS hevur prógva kappingarføri, tí eftir stuttari tíð sum umboð, skal KSS veita og servicera elektrisk spøl til tveir trolarar, sum eru í ger uttanlanda.
Avtalan við Fishermen’s Finest Inc. kom í lag á messu í Seattle í farnuviku, har KSS og Ibercisa
luttóku á samabási.Talan var um messuna Pacific Marine Expo 2014. Hetta er ein sera týðandi messa fyri amerikanska fiskiflotan, sum stendur fyri stórum avbjóðingum komandi tíðina. Amerikanski trolaraflotin, sum er á leið eins gamal og føroyski, er í tilgongd at verða endurnýggjaður og amerikanarar leita eftir nýggjum og orkusparandi hættum at reka fiskivinnu á. Ein liður í hesum er, at útvega sær elektrisk spøl frá Ibercisa, sum KSS er umboð fyri í flestu norðanlondum, umframt StóraBretland og Írland.




