Harley
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hugnalig jólasøla á Viðareiði

Oliver Joensen

 Ídag vitjaði Norðlýsið í prestagarðinum í Ónagerði á Viðareiði, har nakrar kvinnur høvdu sett øllum áhugaðum stevnu at keypa sær eitthvørt til jólini.

Ikki kann sigast annað enn at sera hugnaligt var í gomlu hølunum í Ónagerði. Nógv høvdu hesar kvinnurnar, 15 í tali, tilvirkað. Har var nógv ymiskt handiligt, jólatilfar, sum rýmuligt, men eisini eitthvørt til okkum menn. Eg kundi í hvussu er ikki lata vera við at keypa mær nøkur sera flott riv, tey eru ikki at forsmáa. Kvinnurnar høvdu annars meira hug á tí sum var bundið og til prýðislutirnar úr glasi, horni, steini og øðrum. Jú har var sera fjølbroytt úrval – heimagjørt súltitoy fekk eg eisini eyga á, og børnini fingu heimagjørda sleikisneis ímeðan vit onnur fingu ókeypis kaffi í gongini. – Ein sera hugnalig uppliving seinnapartin ídag.

Harleyfacadeacryl