Mánakvøldið á midnátt hækkar prísurin á vikuskiftispassum til Summar Festivalin.
Mánakvøldið á midnátt hækkar prísurin á vikuskiftispassum til Summar Festivalin.
Í farnu viku byrjaði forsølan til Summar Festivalin 2015. Í fyrstu syftu vórðu 1500 atgongumerki sett til sølu fyri lægsta prísin, sum er 750 krónur, og sølan hevur gingið strúkandi.
Nú eru hesi atgongumerki við at verða seld, og Summar Festivalurin boðar frá, at mánakvøldið á midnátt hækkar prísurin upp í 850 krónur. Men allan mánadagin ber til at keypa vikuskiftispass fyri 750 krónur!
Atgongumerki kunnu keypast á heimasíðuni sf.fo og í Telebúðum.




