Viðurskiftini eru ikki broytt nógv í lágtrýstinum, sum er á veg hendan vegin. Tað dýpist í løtuni við nógvari ferð – á middegi var trýstið í miðjuni niðri á 972 hPa. Væntandi verður trýstið í miðjuni heilt niðri á 941 hPa um middagsleitið í morgin.
Viðurskiftini eru ikki broytt nógv í lágtrýstinum, sum er á veg hendan vegin.
Tað dýpist í løtuni við nógvari ferð – á middegi var trýstið í miðjuni niðri á 972 hPa. Væntandi verður trýstið í miðjuni heilt niðri á 941 hPa um middagsleitið í morgin.
Lágtrýstið ferðast ímóti okkara leiðum, og á middegi mikudagin fer tað fram við okkum á einari leið ímillum Føroyar og Ísland. Hetta hevur við sær, at vindurin fer at vaksa eftir middnátt úr suðri. Vindferðin veksur upp í hvassan storm, 23 til 28 m/s. Mesti vindurin verður ímillum klokkan 6 og 7. Fram ímóti middegi fer vindurin at minka niður í skrið, 20 m/s; samstundis sum ættin fer í útsynning.
Eftir at tað ringasta er farið, verður áhaldandi fitt av vindi, eitt skrið, 20 m/s, úr útsynningi tað sum er eftir av týsdegnum. Mikunáttina verður ættin aftur sunnan, og vindurin fer at vaksa upp í storm 22 til 25 m/s.
Men meiri um alt hetta seinni.




