Mikudagin 10. Desember fyllir Søren Z. Jacobsen 65 ár og dagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku í Skálanum. Tá vit hittu hann á máltráðnum í morgun segði hann at hetta er ein spennandi tíð at verða handilsmaður í Klaksvík, og eyðkennir hetta júst jaliga sinnalagið hjá Søren
Mikudagin 10. Desember fyllir Søren Z. Jacobsen 65 ár og dagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku í Skálanum. Tá vit hittu hann á máltráðnum í morgun segði hann at hetta er ein spennandi tíð at verða handilsmaður í Klaksvík, og eyðkennir hetta júst jaliga sinnalagið hjá Søren
Pápi Søren var kendur handilsmaður í Klaksvík, við handli á Varpinum og ikki minst ”Kioskin hjá Hans” á Akursmørk (har sum Maverick er í dag) sum var miðdepil tá fótbóltsdystir og tá Norðoyastevna var. Sjálvur byrjaði Søren sín egna handil í Garðinum 1971 tá hann læt upp matvøruhandil. Tann 8. desember 2007 flutti ítróttardeildin, sum í dag eitur, Z-Sport, oman á Klaksvíksvegin, og í 2009 lat Søren Z. Jacobsen upp ítróttarhandil á Tvøroyri.
-Sum handilsmaður er tað týdningarmikið at tú hevur eina ætlan. Klokkuna kanst tú gloyma alt um tí hon kann ikki brúkast, at verða handilsmaður er ein lívstílur.
-Skal eg siga sum er so er kappingin í dag eins hørð sum tá eg byrjaði men alt er sera nógv broytt. Fyrr var handilslívið sera nógv ávirkað av veðrinum og eisini var sambandi sera vánaligt millum oyggjarnar, so tað ávirkaði nær vøra kom og ikki minst nær ein fekk vøru út til bygdirnar.
-Men í dag hava fólk nógv meira av peningi enn vanligt var tá eg byrjaði at handla. Tá var rættiliga vanligt at tú hitti og kendi fólk sum ikki áttu pening at keypa fyri og her er samfelagið broytt sera nógv. Fólk kunnu verða illa sperd og sita hart í tí men tað er ikki at samanbera við støðuna sum fólk vóru í sum ikki áttu pengar at keypa fyri.
-Í dag koma fólk úr øllum landinum inn á gólvið hjá okkum og í veruleikanum handla vit við allar føroyingar og skal eg siga mína meining so hevur tað ongantíð verið so spennandi at hava handil í Klaksvík sum júst í dag.
-Ein stór avbjóðing í Klaksvík er at geva rúm fyri handilslívinum, skilt á tann hátt at vit fáa bygningar ið eru bygdir til handlar og sum eisini hava nøktandi parkeringsviðurskiftir. Her eru broytingar á veg og spennandi verður at fylgja byggingini í miðbýnum.
Søren var eisini við til at stovna Klaksvíkar Handilsfelag og fyri hann var endamálið at fáa eitt samanhald ímillum handlarnar.
-Hóast vit eru kappingarneytar, so hevur tað alstóran týdning at vit hava ein felags boðskap at bera viðskiftafólki og ikki minst myndugleikum. Eg haldi eisini at vit í dag hava eitt jaligt samanhald og tað kann bara hava jaliga ávirkan.
Framtíðin
Tá hann verður spurdur um framtíðina, sigur Søren at orsøkin til at hann og konan, Morid, framvegis eru við í handlinum er at stuðla soninum, Hans Paula, sum seinri árini hevur átikið sær ein størri og størri leiklut.
-Tá eg byrjaði sum sjálvstøðugur í 1971 var pápi mær ein góður stuðul. Hann segði at eg skuldi ikki taka av kreditti. Tá eg skuldi hava vøru út frá Heilsøluni tømdi eg fyrst kassan hjá mær, og so fór eg inn á gólvið hjá gamla og hann lænti mær rentufrítt til restina. Tá eg so hevði selt nóg mikið rindaði eg honum peningin aftur og var hetta ein góð hjálp hjá okkum.
-Eg og Morid fara at halda fram so leingi sum Hans Pauli hevur brúk fyri okkum tí vit ynskja at stuðla honum, sigur Søren sum saman við konuni Morid eigur synirnar Hans Paula og Martin. Martin er sjómaður og siglur við Nærabergi
Almenn móttøka mikudagin
Í morgin verður almenn móttøka í Skálanum, í samband við at Søren fyllir 65 ár. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsað uppá føðingardagsbarnið ímillum kl. 17 og 21.




