Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarmenn á hugnaløtu

Oliver Joensen

 Í dag skipaði NFCS virkið fyri hugnaløtu fyri útróðrarmonnum. Elsebeth Poulsen, stjóri á virkinum beyð vælkomin og takkaði útróðrarmonnunum fyri samstarvið í farna ári.

Karl Martin Samuelsen stóð síðani fyri sangi og felagssangi. Borðreitt var við kaffi, rísalamande og øðrum góðum.

Elsebeth Poulsen sigur, at hetta hevur verið eitt afturvendandi tiltak hjá virkinum. Vit hava hildið at hetta er eitt gott høvi hjá útróðrarmonnum, sum starvast umborð á nógvum ymiskum bátum og skipum, at koma saman eina løtu til felags hugna og fleagssang.

Undirtøkan hevur víst seg at verið góð, so tað ber boð um at hetta er nakað sum menn taka væl ímóti, sigur Elsebeth Poulsen at enda.