Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eyðun Klakstein nýggjur B36 venjari?

Jákup Ósá

Hvørki B36 ella Eyðun Klakstein sjálvur vilja avsanna søguna um, at Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari hjá B36 í 2015.

Hvørki B36 ella Eyðun Klakstein sjálvur vilja avsanna, attað verður Eyðun Klakstein, sum verður nýggjur venjari hjá B36.

 

B36 hevur framvegis ikki sett høvuðsvenjara fyri 2015. MenHeiðrikur Christiansen, formaður í B36, váttar, at  B36 nærkast einari loysn og at tað framvegisbendur á, at talan verður um eina føroyska loysn. – Men sum ein segði, einki erliðugt fyrr enn alt er liðugt, sigur B36 formaðurin í kvøld.

 

Eyðun Klakstein er favorittur

Søgurnar ganga um, at tað verður ein klaksvíkingur, sumtekur yvir í B36. Tí Eyðun Klakstein er favorittur at taka yvir í B36, hóasteinki enn er undirskrivað.  HeiðrikurChristiansen, formaður í B36, sigur, at hann hvørki kann vátta ella avsannahetta. Norðlýsið hevur eisini fingið eina viðmerking frá Eyðuni Klaksteinsjálvum og hann sigur, at tað er B36 sum má svara fyri, hvønn teir ætla at setasum venjara og vil heldur ikki avsanna søgurnar um, at tað verður hann, suminnan stutta tíð verður kunngjørdur sum høvuðsvenjari hjá FM vinnarunum úr B36. Eyðun sigur tó, at eitt venjarastarv íEffodeildini hevur hansara áhuga, men at tað samstundis skal vera tað rætta viðeinari avbjóðing, sum passar honum.

 

Sostatt bendur alt á í løtuni, at tað verður EyðunKlakstein, sum verður venjari hjá FM vinnarunum úr B36 úr 2015. Eyðun Klaksteinvar í ár venjari hjá Effoliðnum hjá KÍ.

Harleyfacadeacryl