Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minnist tú enn á DVD

Tíðindaskriv

Vælumtókta sjónvarpsrøðin \”Minnist tú enn\” um føroysku popptónleikasøguna fæst nú til keyps.Kringvarp Føroya gevur nú út allar 13 partarnir í røðini. Umframt sjálvar sendingarnar eru eisini eykafløgur og bóklingar lagdir við sum framíhjá ágóði. Á serstakari DVD-fløgu eru í alt 40 tónleikaframførslur savnaðar. Talan er um beinleiðis framførslur í sjónvarpssendingum og serlig sjónbandsløg, sum Kringvarpið og onnur hava framleitt. Á aðrari fløgu eru í alt tjúgu sangir savnaðir. Hetta er bæði savnsgull úr útvarpskjallarinum og sangir, sum higartil hava ljómað av plátuspælarum og kassettubandsspælarum, men sum ikki eru komnir undir fløgugeislar fyrr enn nú. Harumframt eru eisini í alt tríggir bóklingar við fjølbroyttum innihaldi lagdir við.

Vælumtókta sjónvarpsrøðin “Minnist tú enn” um føroysku popptónleikasøguna fæst nú til keyps.

Kringvarp Føroya gevur nú út allar 13 partarnir í røðini. Umframt sjálvar sendingarnar eru eisini eykafløgur og bóklingar lagdir við sum framíhjá ágóði. Á serstakari DVD-fløgu eru í alt 40 tónleikaframførslur savnaðar. Talan er um beinleiðis framførslur í sjónvarpssendingum og serlig sjónbandsløg, sum Kringvarpið og onnur hava framleitt. Á aðrari fløgu eru í alt tjúgu sangir savnaðir. Hetta er bæði savnsgull úr útvarpskjallarinum og sangir, sum higartil hava ljómað av plátuspælarum og kassettubandsspælarum, men sum ikki eru komnir undir fløgugeislar fyrr enn nú. Harumframt eru eisini í alt tríggir bóklingar við fjølbroyttum innihaldi lagdir við.

Til ber at keypa alt í einum pakka, men tað er eisini gjørligt at keypa røðina í smærri eindum. Fyrstu fimm partarnir kunnu keypast fyri seg við einum bóklingi, partarnir 6-9 við bóklingi og eyka-fløgu kunnu keypast fyri seg, og í triðja lagi ber eisini til at keypa seinastu fýra partarnar við bóklingi og eyka DVD-fløgu fyri seg.

Stór verkætlan

Sendirøðin “Minnist tú enn” er ein av teimum heilt drúgvu hjá Kringvarpi Føroya. Byrjað var í 2010, tá ið fimm partar vórðu gjørdir. Hildið varð fram í 2013. Tá vórðu átta partar gjørdir aftrat. Í alt táttar røðin í einar fimtan tímar. Sendirøðina, sum lýsir rútmisku musikksøguna í Føroyum í hálva øld, hava Suni Merkistein og Hans Petur Hansen sett saman. Aftrat teimum hava Jón McBirnie, Finnur Hansen og Brian Samson mannað tað fasta framleiðsluliðið.

Í trettan sendingum verður gongdin innan fólksliga undirhaldstónleikin í Føroyum lýst fram til 2006. Nógv spennandi hendir á leiðini. Tey rák í musikkinum, sum birtast úti í heimi, fáa sum frá líður ein føroyskan búna. Frá teimum romantisku føroysku sangunum í 50-árunum til beattónleikin í 60-unum, fólkatónleikin, poppin og Perlujazzin í 70-unum, tann lívskáta blandingspoppin í 80-unum, tungmálmin og Prix Føroyar í 90-unum, og altjóða frambrotini eftir aldamótið, verður farið á eina ógloymandi ferð inn í fólksliga føroyska mentan, sum vekir kær minni. Við skiftandi tíðarmyndum verður tónleikasøgan rammað inn.

Tey av Kamarinum og Hjarnar

Á aðrari eykafløguni eru á fyrsta sinni upprunaupptøkurnar av sangum hjá Teimum av Kamarinum at hoyra á fløgu. Gomlu pláturnar eru ongantíð komnar á fløgu, í staðin hava tey endurinnspælt fleiri av sangunum. Men nú ber aftur til at hoyra røddina á teirri blaðungu Nicolinu av Kamarinum syngja “Tá kvøldið kemur”, “Ei meira eg kenni longsul” og “Teir sigla um havið so víða, sum H.C.W. Tórgarð gav út árini frá 1959 til 1963.

Úr útvarpssavninum eru eisini forkunnugar upptøkurnar drignar fram í ljósmála. Hjarnar var á Bryggjubakka í 1979. Á fløguni eru tríggir sangir hjá Hjarnum, sum ongantíð eru komnir á fløgu – m.a. tveir upprunasangir. Her hoyrist, hvussu væl teir raka ein føroyskan samtíðardiskoljóm. Onnur áhugaverd upptøka er sangurin “Syngja sama lag”, sum Jofokasar gjørdi í Barnaútvarpinum í 1987. Hvør minnist ikki frálíku smágenturøddina, sum hugtók øll. Seinni hava eitt nú Mark No Limits endurinnspælt sangin, men her fæst upprunasangurin fyri fyrstu ferð á fløgu.

40 sjónvarpsframførslur

Á serligu eyka DVD-fløguni eru ikki færri enn 40 tónleikaframførslur í sjónvarpi savnaðar. Her er alt frá Teimum av Kamarinum í 1987 til nýggjasta sjónbandslagið hjá Teiti. Meginparturin eru beinleiðis framførslur í føroyska sjónvarpinum, men eisini fleiri av sjónbandsløgunum, sum framleidd vórðu í 80-árunum, kunnu nú síggjast í fullari longd. Kremið úr Prix Føroyar kappingunum kann njótast, eisini hevur Summarfestivalurin verið so beinasamur at lata okkum nakrar av upptøkunum hjá føroyskum bólkum og sangarum av Stóra Palli í Klaksvík.

Av meira serligum upptøkum kunnu nevnast framførslurnar hjá Anniku Hoydal av Alduni í danska melodi grand prixnum í 1979 og Hjarnar, sum norska sjónvarpið tók upp í Føroyum í 1983.