LØGTINGSINS UMBOÐSMAÐUR: Tað er mín fatan, at við útgangsstøði í § 8, stk. 1, 1. pkt í lógini um vinnuligan fiskiskap er einans heimild hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvi frá fiskifari á annað fiskifar uttan veiðiloyvi við somu ella minni fiskiorku ella til innflutt fiskifar við somu ella minni fiskiorku. Sambært viðmerkingunum til ásetingina var ætlanin eftir mínum tykki greið, at møguligt skuldi vera at endurnýggja fiskiflotan. Eg eri ikki samd við Fiskimálaráðnum í, at fiskiorkan ikki øktist, tá veiðiloyvi hjá línuskipi var flutt til eitt ídnaðarskip.

Eg meti tí, at heimild ikki var hjá landsstýrismanninum at flyta veiðiloyvini frá línuskipunum til ídnaðarskipini, soleiðis at ídnaðarskipini í tí tíðarskeiðinum, tey høvdu veiðiloyvini hjá línuskipunum, vóru at meta sum línuskip og hervið fingu rættin til at fiska makrelkvotuna hjá línuskipunum. Eins og eg meti, at flytingin av veiðiloyvum ikki var í tráð við endamálið í hesi áseting.
Samanumtikið fari eg at geva Fiskimálaráðnum eina álvarsliga átalu fyri handfaring og viðgerð av hesum máli…..