Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vesturkirkjan karmur um gudstænastu fyri atsøkt kristin

John William Joensen

Hóskvøldið, 18. desember, kl. 20.00 verður skipað fyri eini sergudstænastu fyri atsøkt kristin í Vesturkirkjuni. Biskupur Føroya bjóðar vælkomin, og prestar og ymiskir samkomuleiðarar taka lut við kunning og bøn.

Hóskvøldið, 18. desember, kl. 20.00 verður skipað fyri eini sergudstænastu fyri atsøkt kristin í Vesturkirkjuni. Biskupur Føroya bjóðar vælkomin, og prestar og ymiskir samkomuleiðarar taka lut við kunning og bøn.

Týski kanslarin, Angela Merkel, hevur tikið til, at kristin eru tey mest atsøktu í heiminum á okkara døgum.

Vit, sum liva í trygdum Føroyum, eru ikki so langt frá teimum ræðuleikum, sum henda kristnum í londum í Miðeystri, í Nigeria og Korea í hesum døgum.

Myndir og filmsklipp í hóptali eru send úr Sýria og Irak, sum vísa, hvussu Isis ger seg inn á hóvligar muslimar og ikki minst inn á kristin menniskju. Sama er skili í Norður-Nigeria, har Boku Haram hevur brent niður kirkjur í stóru økjum og dripið frá hond.

Hvat kunnu vit gera sum kirkjur og samkomur? Og hvat kunnu vit gera sum samfelag?

Nógv menniskju eru illa fyri, vita vit, men hóskvøldið verður varpað ljós á tey atsøktu kristnu, sum lítla og onga umtalu hava fingið.

Ann Dahl Hansen og Bergur D. Joensen, sum skipa fyri, tala og kunna um støðuna sum kristin eru í í nógvum londum. Eftir tað fara leiðarar úr kirkjum- og samkomum at biðja fyri menniskjunum í hesum støðum, og har atsóknin leikar harðast. Hesir trúgva, at Gud elskar øll menniskju, at hann sendi okkum Jesus Krist at frelsa heimin, og at hann eisini hevur alt vald– eisini í hesum heimi. Tí verður biðið um verju og hjálp fyri tey líðandi í heiminum..

Høvi verður at geva eina gávu til neyðhjálp.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Harleyfacadeacryl